Anna á Borg - 1920-2012

So sløknaði á Borg

Stillisliga legði tú árarnar inn og flutti yvir í aðra tilveru, mamma. Sovnaði burtur uppi á Borg, í barndómsheimi tínum, mett av døgum. Í somu húsum, sum tú vart fødd í fyri 92 árum síðani.
Serstøk var løtan í túninum á Borg, har Bergur, argjaprestur, og Poul Færø høvdu orðið, áðrenn tú vart borin heim um Argjagarðsá og koyrd oman í kirkjuna á Høvdakúlu.
Tvey langommubørn tíni vórðu borin í heim hetta sama árið, tú andaðist. Langommusonurin kom inn í hendan heim bert tveir dagar fyri, at tú fórt úr hesum heimi. Soleiðis er lívsins gongd: Ættarlið koma og fara. Seinasta kvøðan, tú sendi ommu- og langommubørnunum, var hendan: Jesus veri hjá tykkum øllum!
Tú vart ein sterk kvinna, ongantíð sjúk. Triðingin av lívsævi tíni búleikaðist tú í húsunum niðri í støðni. Gomlu húsunum, sum eru bygd oman á neystagrund, sum hoyrdi til spitalska sjúkrahúsið. Har virkaði tú m.a. sum eitt slag av lívbjargara. Nøkur argjabørn hevur tú drigið upp úr sjónum; onkuntíð var vandi á ferð. Tú verður eisini umtalað í bókini “Argjafrensar”.
Brimið kundi vera øgiligt niðri í støðni. Aldubrotini vóru stór. Sama kann sigast um lívsleiðina: Ikki var altíð slættsjógvað; brotasjógvar komu viðhvørt; men eisini teir slætnaðu.
Tá faðir, maður tín, John í Hoyvík, legði árarnar inn í 1975, flutti tú úr støðni og niðan aftur á Borg.
Uppi á Borg vart tú, saman við Miu, systur tíni, í 23 ár, og síðani einsamøll, tann góða mamman og omman, har ommubørnini altíð kundu koma, tí har var altíð opið, altíð onkur inni. Borgin, húsini og trøðin, var ein sera góður barnagarður.
Borgin, smáttan á grønu ong, sum ættfólk okkara niðri á Argjaboða partvíst fluttu av Argjaboða niðan á Borg, tá tey fluttu niðan í 1890-árunum. Hendan smáttan, sum húsvíkingar góvu navn, tá teir róðu fram við argjalandinum, meðan abbi tín, Óla Kristian, ættaður úr Húsavík, smíðaði húsini. Ja, hendan smáttan, hetta stað uppi undir hamrinum, hevur altíð verið okkara friðskjól, lívdarstaður, oasa, har gott og trygt var at vera, um onkur brotasjógvur var á lívsleiðini.
Eg smáttu veit á grønu ong,
hvar fuglar syngja vakran song,
og hoyrist heimligt áarsuð,
tann smáttan rennur mær í hug.
Í Halgubók, í 16. sálmi, standa nøkur orð, sum hóska væl til Borgina: “Mær lutur fell á yndisligum støðum.” Í jarðarferðarhefti tínum stóðu hesi orð úr 62. sálmi: “Guð er mín klettur, mín frelsa, mín borg.”
Tann 18. oktobur 2012 varð so seinasta barnið hjá Hans Jakku og Elspu á Borg borið út. Løgið, ikki at síggja nakað ljós í glugganum á Borg, har ljós hevur verið undir lonini síðani 1890-árini. Vónandi verður ljós aftur at síggja á Borg innan alt ov langa tíð.
Takk fyri lívið, mamma! Við vón um at hittast aftur á aðrari, grønari ong!
.....
Eyðun