Miðvágur: - Eg fór til skips sum 18 ára gamal við miðvágstrolaranum, Varðbergi, sigur 79 ára gamli Leivur Nattestad við málgagnið hjá Heimamissiónini, Trúboðin.
Fyri henda fyrsta túr sín fekk hann 2100 krónur í avrokning.
– Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tá fekk man nakað fyri pengarnar. Tað var ein heilt onnur tíð, men vit vóru glað fyri tað lítla, vit høvdu, leggur hann afturat.
Leivur arbeiddi eisini sum lærlingur í smiðjuni hjá Jákupi Joensen, ella Jákup Smið, nú betur kent undir navninum J. K. Joensen & sonur.
Í 1951-52 gekk Leivur á maskinskúla í Havn, og fór í 1964 undir sjálvstøðugt virki á landi. Tað var innan VVS-arbeiði. Í 1986 fór hann undir handilsvirksemi Sp/f Leivur Nattestad.
– Vit hava havt nógvar stórar uppgávur gjøgnum árini, til dømis kann eg nevna ítróttarhøllina á Giljanesi, Flakavirkið og Ellisheimið, sigur hann.
Fyri nøkrum árum síðani, tók sonurin, Atli Dávur, yvir hetta virksemi, men Leivur arbeiðir framvegis saman við honum. Í farnu viku kom fram, at fyritøkan hevur lagt saman við Demich.
Andaliga virkin
Á tí andaliga økinum hevur Leivur verið virkin í mong ár.
– Eg havi gingið í kirkju og missiónshús, síðan eg var smádrongur, ja, alt tað, eg kann minnast, sigur Leivur í longri samrøðu við Trúboðan.
Leivur minnist serliga væl veturin 1945-46.
– Tá var missiónsvika í Miðvági og stór veking. Eg minnist serliga ein mann, sum talaði, tað var Palli Mortensen, vanliga nevndur Argja-Palli. Tað komu sera nógv fólk til møtini tá, og tað var ein góð tíð andaliga.
– Hóast eg altíð havi átt trúnna, so gjørdist orðið serliga livandi fyri mær tá, og eg eri glaður fyri at kunna siga, at eg eigi eina persónliga trúgv á Jesus sum mín frelsara, sigur Leivur.
Leivur sat í stýrinum fyri Miðvágs missiónshús í 35 ár, harav tey 17 árini sum formaður.
Konan, Marjun, hevur eisini verið virkin innan missiónsarbeiðið. Umframt at standa fyri kvinnumøtunum í mong ár, hevur hon eisini verið við til at halda sunnudagsskúla í útivið 50 ár.
Deknur í 40 ár
Innan kirkjuna hevur Leivur eisini verið trúgvur í tænastuni. Hann var deknur frá 1967 til 2007.
– Tað var táverandi sóknarpresturin, Høgni Poulsen, sum spurdi, um eg kundi hjálpa til sum deknur viðhvørt, sigur Leivur, og so varð eg hangandi. Mær dámdi tað væl, og man kemur væl inn í Skriftina, men tað var nokkso bundið, tí eg var einsamallur deknur í fleiri ár. Seinnu árini hava tað verið onnur, sum eisini hava lisið. Tað var nógv betur.
Leivur legði frá sær sum deknur í fjør, og fekk tá medalju frá Margretu drotning fyri trúgva tænastu. Leivur var seinni, sum siður er, niðri hjá drotningini og takkaði henni fyri medaljuna.
– Hon var sera fyrikomandi, og vit fingu eitt gott prát saman, sigur Leivur.










