Sluppin Johanna 130 ár

Sluppin Johanna TG 326 hevur í ár 130 ár á baki. Hetta verður hátíðarhildið nú leygadagin tann 24. mai 2014.

Sluppin Johanna TG 326 hevur í ár 130 ár á baki, og leygadagin 24. mai er dagurin, ið er valdur at hátíðarhalda sluppina.

- Johanna er gjørd klár, og alt hevur verið av dekkinum. Bummar, gaflar og blokkar, alt er pussað. Eisini hevur sluppin verið uppi til árligt eftirlit, tí Skipaeftirlitið krevur árligt eftirlit, tá talan er um so gamalt skip. Niðriundir er eisini hampað um, sigur Gudmund Jacobsen, formaður í felagnum Johanna TG 326.


 

Og Johanna TG 326 er í dag sanniliga eisini vøkur at skoða, og hóast høga aldurin, sær hon út sum fyrsta dagin.

 

-Vit hava lagt okkum eftir, at tað skal ikki kosta fólki nakað at koma til hátíðarhald henda dagin. Á henda hátt siga vit eisini takk fyri holla stuðulin, ið er vístur sluppini, síðani byrjan í 1981, sigur Gudmund Jacobsen.


 

Tiltøkini seinni á kvøldi eru tó ikki ókeypis, men gjøgnum allan dagin er ókeypis at vitja og taka lut í tí, sum er á skránni.

 


Skráin fyri 130 føðingardagin hjá Johonnu er henda:


Kl.13.30: Grindabátar fara frá Garðabrúgv og út á fjørðin, um veðrið er til vildar. Verða við kai kl.14.00

Kl.14.00: Bjóðað verður vælkomin á kaiøkinum har Johanna liggur

Johanna bjóðar the, kaffi og kaku

Hoppiborg verður sett á kaiøkinum – ókeypis kl.14.00 – 18.00

Kl.14.15: Sangkórið “Ljómur” syngur

Kl.14.30: Gestarøðari – Poul Andreasen

Kl.15.00: Frelsunarherðurin – “Orðið á borið”

Høvi verður at handa føðingardagsskútuni gávu

Kl.15.15: Togtogan ( Rock Trawdors móti Tangavirkinum ) – ( Faroe Farming móti Vágs Kommunu)

Steypahandan

Kl.16.15: Felagssangur

Kl.18.00: Grillað verður, har tann kendi og sera vælsmakkandi Johannu búffurin v/flutes og eplasalati kann keypast fyri 150,- kr. stk. grillaðar pylsur, 20,-kr. stk. verða eisini til keyps

Kl.20.00: Føroyskur dansur (Jómsvíkingar skipa fyri)

Kl.22.00: Bryggjudansur - Hans Jacob og vinmenn spæla, kostnaður 150,-kr. Eftir midnátt 200,- kr.

 

 

Hóast sluppir vóru í Føroyum, fleiri hundrað í tali, so eru bert tvær eftir í Føroyum í dag, og báðar eru bygdar í 1884. Johanna kom til Føroya í 1894 og Westward Ho í 1895. Í 1981 tóku Vágbingar stig til at varðveita Johonnu, og tey sum minnast áttaiárini, minnast óivað stóra arbeiðið, ið mangan fevndi um alt landið við innsavnan og tiltøkum, ið fór fram hesi árini.


 

Johanna fer av bakkastokki í 1884 í Rye í landslutinum Sussex suðuri við Ermasund. Sluppin nevndist tá Oxfordshire.

 

 

LES annars grein um Johonnu, 130 ára føðingardagin og eitt sindur av søguligum í vikuskiftis Sosialinum.

 

MYND. Gudmund Jacobsen, formaður í felagnum Johanna TG 326, stendur frammanfyri sluppini, ið er pussað upp og klárgjørd, so hon, hóast 130 ár, sær út sum fyrsta dagin.