Dømingin má virðast

Um ein er samdur ella ikki, so skerst ikki burtur, at tað er vandamikið at skýra dómararnar inkompetentar. Prix Føroyar er ein kapping, og vit taka sjálvt grundarlagið undan kappingini, um vit ikki góðtaka teirra niðurstøðu, skrivar gestaummælarin hesaferð, Rúni Jákupsson, útvarpsmaður

»13 verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik.« Soleiðis stóð á próvtalsstiganum, tá eg gekk í skúla. Hóast tað ongantíð eydnaðist at fáa 13 talið í hús, so var okkurt dragandi og gandakent við tí. Hvat krevst fyri at røkka heilt har upp?
Onkuntíð, tá eg var serliga væl nøgdur við avrikið, var tað eitt vónbrot at staðfesta, at dómur lærarans ikki samsvaraði við mínar vónir. Tá var freistandi at hugsa, at orsøkin mátti vera, at lærarin ikki skilti meg. Kanska hava luttakararnir í Prix Føroyum av og á hugsað tað sama.

Flestu bólkarnir hava vant intensivt í mánaðir í royndini at vinna sær sess í finaluni í Norðurlandahúsinum. Spenningurin hevur verið øgiligur, hvørja ferð Jákup Magnussen er komin á pallin at siga áhoyrarafjøldini endaliga úrslitið, sum teir 10 dómararnir eru vorðnir samdir um. Dómurin í brævbjálvanum hevur oftast havt eina rættiliga dramatiska reaktión við sær í salinum. Gleðisróp og vónbrot - hvørt um annað. Í onkrum umfari vórðu summi so skelkað av úrslitinum, at orðið »gøla« í heilum var at síggja á hesum ymsu kjaktorgunum. Onkur vildi vera við, at dómararnir als ikki skiltu nýggja tónleikin.

Um ein er samdur ella ikki, so skerst ikki burtur, at tað er vandamikið at skýra dómararnar inkompetentar. Prix Føroyar er ein kapping, og vit taka sjálvt grundarlagið undan kappingini, um vit ikki góðtaka teirra niðurstøðu.

Lat meg tó skunda mær at leggja aftrat, at eg ikki havi tikið undir við úrskurðinum hvørja ferð, men kortini ætli eg mær avgjørt at klappa, tá Jákup Magnussen kunnger endaliga vinnaran tann 26. apríl. Tí eitt so positivt og í allar mátar gevandi tiltak má ikki enda við einum antiklimaksi. Tað rennur kalt niður eftir bakinum, tá hugsað verður um syndarligu móttøkuna, Taxi fekk í 1999, tá manningin kom aftur á pallin at taka ímóti vinninginum. Tað má ikki henda aftur.

Í undanumførunum hava 29 bólkar framført sín tónleik. Teir hava spælt umleið 20 minuttir hvør. 580 minuttir ella næstan 10 tímar av spildurnýggjum føroyskum tónleiki. Ein steinur aftrat er lagdur í alsamt vaksandi varðan.

Tað er eisini at fegnast um, at tað longu nú er greitt, at tað ikki bara verða teir seks finalubólkarnar, ið vit fara at hoyra aftur. Millum 15 tær bestu í løtuni, eru tríggir Prix-bólkar. Eingin teirra verður í finaluni, men hóast tað hava fólk tikið tónleikin til sín. Tað sigur eitt sindur um, at Prix Føroyar hevur ein marglætis trupulleika at dragast við. Lurtararnir vildu fegnir havt fleiri enn teir seks í finaluni.

Tað hevur verið eitt stórt privilegium at hoyrt, og í útvarpshøpi eisini hitt, allar 29 bólkarnar. Eftir mínum tykki hava verið fleiri sjálvstøðug og avbera góð avrik í teimum seks umførunum.