Í skinnstilvum greiddi Paul Watson studentaskúlanæmingum frá, at ein bók skjótt fór at koma út, sum var skrivað av einum hvali
Ein tími í samfelagsfaki í studentaskúlanum í Hoydølum fyri 29 árum síðani - tann 22. august í 1985, endaði umborð á skipinum hjá Paul Watson, Sea Shepherd, sum lá í Nólsoyarfirði.
Tað var 3. g, sum hevði samfelagsfak hendan dagin – og undirritaði var ein av næmingunum, sum høvdu samfelagsfak við Zakariasi Wang. Og tí var freistandi at lokka Zakarias í bát og út at hitta hendan løgna mannin, sum var komin allan vegin úr Kanada at fáa orðið á Atla Dam, løgmann, fyri at fáa hann at steðga grindadrápi eina ferð med alla.
Vit okkurt um 15 studentaskúlanæmingar koyrdu oman á Skálatrøð, har báturin , »Advokaturin«, hjá Tórmóði Djurhuus, sakførara, lá. Sonur hansara, Gunnar, var skipari okkara og førdi okkum niðan í Nólsoyarfjørð, har Sea Shepherd lá fyri akker nakað norðralaga út fyri Boðanesi.
Teir vóru blíðir umborð á hesum trolaranum, sum ikki sá út av nógvum. Útgerðin á brúnni minti um útgerðina á einum vanligum útróðrarbáti. Niðri í kabússini beyð Paul Watson okkum ein temunn.
Og hann fortaldi um hesi gløggu djórini, sum hvalir – eisini grindahvalir vóru. Minnist at hann fortaldi, at hann var vinur við ein bóghvítuhval.
– Vit plaga at svimja saman, og eg plagi at koyra armin inn í kjaftin á honum, og tað dámar honum so væl.
Zakarias Wang minnist væl túrin.
– Hvat sigur tú, var tað í dag? Jú tað minnist eg so sera væl. Eg minnist, at genturnar í flokkinum spurdu aftaná, tá vit vóru komin aftur í skula, hví Paul Watson mundi ganga í skinnstilvum. Hvar mundi skinnið koma frá, minnist Zakarias Wang at tær undraðust.
Eitt annað, sum vakti serligan ans hjá Zakariasi, sum tá hevði og framvegis hevur nógv við bókaútgávu at gera var, at Paul Watson í ramasta álvara tosaði um, at skjótt fór ein bók at koma út, sum varð skrivað av einum hvali!
Men tað sum Zakrias Wang minnist serliga væl, var at hann varð uppringdur av politinum aftaná.
– Teir spurdu, um eg var raplandi ørur í høvdinum. Maðurin var djúpt kriminellur, so eg mátti fyri alt í verðini ikki finna upp á slíkt aftur, sigur Zakarias Wang, sum spurdi politiið aftur, um hann hevði gjørt nakað ólógligt.
– Nei, tað var kanska ikki ólógligt, men leiðari á kriminaldeildini hjá politinum fráráddi upp á tað kraftigasta, at føroyingar fóru í hóslag við hendan terroristin, sum teir málbóru seg.
Studenaskúlanæmingarnir og Zakarias Wang hildu seg hava hitt ein løgnan snigil í Nólsoyarfirði hendan dagin – og enn er einki frætt um nakra bók, sum er skrivað av hvali. Men hon kanska kemur, tá og um Paul Watson fær makt sum hann hevur akt...