Vit mugu ansa eftir at vit ikki gera fólk til fíggindar

Løgtingsformaðurin ávarar Løgtingið ímóti at seta fólk, sum eiga jørð, og fólk, sum vilja sleppa út í náttúruna, upp ímóti hvørjum øðrum

Løgtingsformaðurin ávarar Løgtingið ímóti at gera fólk til fíggindar, tí tað kann skjótt verða endin, heldur hann.

 

Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um ferðavinnu og í tí sambandi varð nógv tosað um, hvønn rætt almenningurin skal hava til at ferðast í fjøllum og haga. Og í hesum sambandi tók Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður ta óvanliga stigið at taka orðið í málinum, tí tað ger løgtingsformaðurin ógvuliga sjáldan.

 

 

Les eisini: Tað hevði fólk ikki funnið seg í

 

 

Og tað var serliga nógv umrøddi hvørsmansrætturin at fara í hagan, sum upptekur sinnið á Løgtingsformanninum. Og hann heldur ikki, at øll skulu hava óskerdan rætt til at fara í hagan sum tey vilja.

 

Hann heldur, at Løgtingið má gevast at grugga mørkini ímillum tað, sum er privat og tað, sum er alment.

 

 

Les eisini: Skulu ikki sleppa í hagan uttan loyvi frá bóndanum

 

 

– Okkara uppgáva er púra greitt at virða tann privata ognarrættin, og skulu broytingar gerast á tí økinum, má tey vera í samstarvið við ognararnar, heldur hann

– Vit kunnu ikki fara at uppfinna skipanir, sum gera seg inn á ognarrættin, tí hann er eitt tað mest grundleggjandi í einum fólkaræðisligum samfelagi og sum Løgting kunnu vit ikki máa støðið undan tí, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

 

Les eisini: Poul Michelsen eggjar fólki til at bróta lógina

 

 

Annars veit hann einki um, at nakar nakrantíð hevur noktað fólki at fara í hagan at hyggja at fugli, seyði, haru, og at kynda sær eitt lítið grillbál, tí tað hevur verið púra náturligt at sleppa í hagan í friði og náðum.

 

– Tað her aldrin verið nakar trupulleiki, og tað er ein skipan, sum hevur virkað ómetaliga væl,  og øll vita, at í lembingini og í harutíðini verður ikki farið í hagan uttan víðari, helt hann fram.

 

– Skulu vit, sum Løgting ganga á odda at seta fólk upp ímóti hørjum øðrum, er tað so øgiliga skjótt, at vit kunnu skapa eitt stríð, eg ikki havi sæð makan til hesi síðstu 30-40 árini, sigur løgtingsformaðurin.

 

Hann  skilur ikki, at Løgtingið skal ganga undan gera seg inn á ognarrættin, og at gera partar, sum altíð hava samvirka í sátt og semju, til fíggindar.

 

 

Les eisini: Harmiligt at fólk hava fingið Slættaratind og Lítlu Dímun til keyps

 

 

Hann ávarar sostatt Løgtingið ímóti at fara fram eftir fummum í royndunum at skipa hesi viðurskiftini, tí tað er so skjótt, at tað kann enda við tí beint øvugta. Og er ein privatur ognarrættur galdandi, mugu vit virða hann. Og skal tað broytast, má tað vera í samráðingum ið ognaran.

 

– Tað má vera ognarin, sum ger av, hvør sleppur at vera inni á hansara ogn, heldur Páll á Reynatúgvu.