lumálinum, og at løgmaður og síðani løgtingið kann taka støðu til, um nakað er at koma eftir í hesum máli, sum fjølmiðlarnir vísa á. Eg haldi, at tað er nógv sum bendir á, at nakað er at koma eftir her [...] helst at gera. Hetta líkist italskum tilstandum, sigur javnaðartingmaðurin. John Johannesen heldur, at løgtingið eigur at avtala hendan framferðarháttin harðliga. - Sjálvandi er tað í fínasta lagi at hava [...] politikkarar onki at gera, sigur John Johannsen. - Tað mest forkastiliga er, at Anfinn Kallsberg brúkar eina eykajáttan sum jarnbrot í sambandi við skiparamálið. At hann hóttir við at sýta Strandferðsluni
Shepherd, Frank Trinkle, skjótur at nýta høvið til at fáa orð á miðlarnar. Hann greiddi frá, at einasta endamálið við ferðini er at verja hvalirnar. Tí dugdi hann ikki at skilja, at føroyska løgreglan sýtir [...] greitt, at hann bert var komin til Føroya í friðarørindum, og at hann tískil ikki dugdi at skilja, hví løgreglan skuldi meta øll umborð á Ocean Warrior sum brotsmenn. Hóast vit royndu dúgliga at spyrja [...] Trinkle skjótur at taka orðið. Hann endurtók tað, hann segði við okkum úti í Nólsoyarfirði næstan orðarætt. Hetta vísti, at maðurin var væl fyrireikaður at møta tíðindafólkunum, og at hann væl og virðiliga
útoyggjunum, sum fekk løgmann at seta eina nevnd at arbeiða við málinum. Endamálið hjá útoyggjanevndini er at gera uppskot til ein útoyggjapolitikk, sum kann vera við ti at tryggja, at útoyggjunum verður lív [...] november at handa løgmanni eitt álit, sum lýsir hvat skal til fyri at skapa virksemi og trivnað á útoyggjunum, sum fleiri eru í vanda fyri at doyggja út. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera ítøkilig [...] hóast nevndin kundi staðfesta, at alt tilfarið, sum nevndin hevur biðið um, ikki er komið inn til ásettu tíðina, fer tað ikki at ávirka tíðarætlanina hjá nevndini. - Vit ælta at hava álitið liðugt til hálvan
Hammer, sjónvarpsmaður. Hann sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at gera tríggjar upptøkur, nú so væl er liðið á árið. Hann heldur eisini, at ár 2000 er eitt gott høvi at lýsa farna tíð, samstundis sum gingið [...] Hammer sigur, at hann fer at fáa Jákup Paula Nielsen at siga frá, hvussu gøturnar eita, hvaðani nøvnini stava, hvussu gøturnar vórðu brúktar, hvør brúkti tær og so framvegis. -Kanska fara vit at møta onkrum [...] bági er tó, at fleiri av heimildarfólkunum eru komin so væl til árs, at tey líkasum halda seg ikki til at ganga allar gøturnar, so tí verður neyðugt at gera fleiri av upptøkunum aðrastaðni enn á sjálvum gøtunum
næstan sigast, at vit gjalda okkara lut »in naturalia«, sigur sjónvarpsstjórin. Tróndur Djurhuus vísir á, at tá tað ræður um reiðan pening, kann Sjónvapið ikki gera annað, enn at standa fyri at savna ein part [...] inn. Men fyri, at tað skal bera til at gera filmin, heldur sjónvarpsstjórin, at ætlanin krevur undirtøku frá meginpartinum av føroyska mentanarlívinum. Fyrireikað síðani 94 Ætlanin um at gera film úr s [...] fleiri hava roynt áður, men eru givin, tí tey ikki fáa tað at bera til. Orsøkin til, at tað ikki er eydnast fólki at gera skalsøguna til film er, at hon er skrivað sum ein symfoni. Søgan hevur fleiri tema
eru so nógv ymisk sløg at talan um eina fólkasjúku. Um felagsarbeiðið í framtíðini, sigur Leila Solmunde, at tey nú fara at arbeiða fyri m.a. at skipa fyri viðgerðarferðum, og fyri at skipa fyrilestrar um [...] okkum at sloppið til venjingar aftaná arbeiðstíð, av tí at ikki øll giktasjúk hava møguleika at fara til venjingar í arbeiðstíðini, sigur Leila Solmunde og leggur aftrat, at hetta fer felagið at arbeiða [...] Leila Solmunde heldur, at danski fyrilesturin gav giktasjúkum vónir, av tí at hann greiddi frá royndunum at finna nýggjan heilivág. Eisini tosaði Jørgen Petersen um møguleikan at koppseta fólk móti giktasjúkum
royndu vit at fáa fólk úr Norðoyum, Suðuroy, Vágum og Eysturoy í nevndina. Eg ringdi sjálvur til fleiri fólk at umboða teirra økið, men tað vísti seg at vera ein stórur trupulleiki at fáa fólk at koma í nevndina [...] FSF eigur at taka upp. Tað er ikki rætt at »12. Maður« skal hava ábyrgdina av at bussar koyra úr Vestmanna til Toftir. At leiga ein buss kostar pening, og vit kunnu ikki leiga ein buss uttan so at minst 25 [...] vóru valdir. Niðurstøðan var, at felagið skuldi virka fyri at gera tað stuttligari at vera áskoðari hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum. Og tað sum tá hevði týdning, var at nevndin skuldi umboða so stóran
til at fiska. Stjórin á skeljavirkinum heldur, at tað vísir seg at vera rættiliga góð javnvág ímillum tilgond og fiskiskap. Tí heldur hann ikki, at tað er grundarlag fyri at fáa ein bát afturat at fiskaskeljar [...] helst ikki at eydnast. Sofus Poulsen, stjóri á skeljavirkinum, sigur, at tað eru tey strongu ES-krøvini sum gera, at teir føla seg noyddar at byggja nýtt virki. -Krøvini frá ES eru so stór, at tað loysir [...] Sofus Poulsen sigur, at teir eru komnir eftir, at tað loysir seg betri í longdini at byggja eitt nýtt skeljavirki, heldur enn at byggja tað gamla út við goymslum o.s.fr. -Men ætlanin er at brúka tær gomlu
óvirkaður av landinum. Tað er m. a. hetta vit ætla at broyta. John Petersen sigur, at vinnan eftir øllum at døma er sinnað at hjálpa til, men so er treytin at hon í eina tíð fær stuðul til flutning. ? Ivamálið [...] nágreiniligar útrokningar, sum vísa at tað er samfelagsbúskaparligur vinningur at veita stuðul til hetta endamál. John Petersen leggur dent á, at tað er ikki ætlanin at biðja løgtingið um eykajáttan í sambandi [...] tan. Tað merkir, at tað verður neyðugt at fáa loyvið til at flyta runt við játtanunum, sum longu eru givnar. Gevur arbeiði til fleiri hendur Tað, sum útrokningarnar skulu vísa fyri at studningurin kann
eru, er heldur ikki altíð so lætt at síggja, at peran øðrumegin framman er farin. Ráðini eru tí, at tú javnan skalt kanna, um nú allar perur framvegis lýsa. Best er at biðja onkran ganga runt um bilin, [...] fá so onkran annan at gera tað. Tey, sum selja perur til bilar, plaga at vera sera hjálpsom í so máta. Hevur tú varhugan av, at tað er ikki bara peran, sum er farin, eru bestu ráðini at fara til eina bilsmiðju [...] nógvum bilum fyri at kanna ymisk viðurskifti, harímillum, um ljósini vóru í lagi. Tað vísti seg, at flest allir bilar, sum vóru steðgaðir, høvdu einki brek við ljósinum. Eftir hesum at døma kann ikki annað