Byggja nýtt skeljavirki á Oyri

Krøvini til virkið eru so hørð, at tað loysir seg betri at byggja eitt nýtt virkið, heldur enn at byggja upp í tað gamla

Nú verður farið undir at byggja eitt nýtt skeljavirki á Oyri.

Nýggja virkið verður um 1.200 fermetrar stórt, og ætlanin var, at tað skuldi standa liðugt tá ið skeljatíðin byrjaði aftur í august, men tað fer helst ikki at eydnast.

Sofus Poulsen, stjóri á skeljavirkinum, sigur, at tað eru tey strongu ES-krøvini sum gera, at teir føla seg noyddar at byggja nýtt virki.

-Krøvini frá ES eru so stór, at tað loysir seg betri í longdini at byggja eitt heilt nýtt virki, heldur enn at byggja uppí virkið, sum er, sigur hann.

Hann sigur, at ES krevur, at alt skal vera undir taki og tað hava teir ikki møguleika fyri á virkinum, sum er. Goymslan er ov lítil og tí koma skeljarnar mangan at standa úti eina tíð, tá ið báturin hevur verið og avreitt. Somuleiðis hevur burturkastið verðið sett út.

-Tað góðtekur ES ikki longur fyri reinførið og krevur tí, at alt skal kunna vera undir taki.

Sofus Poulsen sigur, at teir eru komnir eftir, at tað loysir seg betri í longdini at byggja eitt nýtt skeljavirki, heldur enn at byggja tað gamla út við goymslum o.s.fr.

-Men ætlanin er at brúka tær gomlu maskinurnar, og tað gamla innbúgvið aftur í nýggja virkinum, tí tað er í góðum standi


12 milliónir

Nýggja skeljavirkið kostar um 12 milliónir krónur.

Sofus Poulsen sigur, at tað er rættiliga støðugt, sum skeljavirki hevur fingið av skeljum um árið.

-Tað ríður nokk so fast um eini 3.600 tons, sum vit fáa av skeljum um árið. Tað svingar ímillum 3.200 tons og 3.800 tons.

-Tað einasta, sum ávirkar nøgdina, er veðrið. Legst hann ov leingi við landsynningi, ber ikki til at fiska.

Stjórin á skeljavirkinum heldur, at tað vísir seg at vera rættiliga góð javnvág ímillum tilgond og fiskiskap. Tí heldur hann ikki, at tað er grundarlag fyri at fáa ein bát afturat at fiskaskeljar, uttan so, at fleiri skeljaleiðir verða funnar.

Virkið hevur ein skeljatrolara, Norðheim, sum fiskar allar skeljarnar, sum virkið tekur ímóti. Roynt verður sunnanfyri Føroyar og eystanfyri Nólsoynna. Seks mans eru við Norðheim.

18 fólk arbeiða á skeljavirkinum á Oyri. Skeljatíðin er frá hálvum august,ella síðst í august til síðst í februar.

Skeljarnar verða pilkaðar og pakkaðar í posar. Høvuðsmarknaðurin er frakland, men eitt sindur verið eisini selt í Sveis, Danmark og í Onglandi. Í Føroyum verður lítið selt.

Prísurin liggur um 40-50 krónur fyri kilo og tað er brúkiligt. Men hann er fallandi í løtuni av tí at tað eru so nógvar skelja úr Suðuramerika á marknaðinum.