Jón Kragesteen
Eftir lyktakanningina steðgaði politiið nógvum bilum fyri at kanna ymisk viðurskifti, harímillum, um ljósini vóru í lagi. Tað vísti seg, at flest allir bilar, sum vóru steðgaðir, høvdu einki brek við ljósinum. Eftir hesum at døma kann ikki annað sigast, enn at hesin nýggi háttur at fyriskipa lyktakanning eydnaðist væl.
Ná eru tveir mánaðir síðani, at lyktakanningin var. Hóast dagurin longu er longdur fleiri minuttir síðani stytsta dag, eru vit enn í ársins myrkastu tíð. Og tí er framvegis umráðandi, at ljósini á bilinum eru í lagi, og at tey lýsa, sum tey eiga.
Tíverri kemur tað meira enn so fyri, at tú møtir døglingum á vegnum - bilar við bara einum høvuðsljósi framman.
Ikki er tað hugsandi, at fólk við vilja koyra við bili, sum ikki hevur ljósini í lagi. Tað er nú einaferð soleiðis, at ljósperur hava avmarkaða livitíð, og fyrr ella seinni bresta tær. Eisini kunnu ljósini fara av øðrum orsøkum, t.d. at elektriska sambandið fer - eitt nú orsakað av fukti.
Tað er ikki altíð, at bilførarin beinanvegin leggur merki til, at ljósini ikki lýsa longur. Bilførarin situr jú inni í bilinum og sær ikki, um t.d. ljósini aftan fara. Og verður koyrt á vegi, har gøtuljós eru, er heldur ikki altíð so lætt at síggja, at peran øðrumegin framman er farin.
Ráðini eru tí, at tú javnan skalt kanna, um nú allar perur framvegis lýsa. Best er at biðja onkran ganga runt um bilin, meðan tá situr inni í honum og roynir um øll ljós virka, sum tey eiga. Hevur tú fyri neyðini í stundini at fáa staðfest, um onkur pera er farin - og eingin er at hjálpa tær - so far úr bilinum og gang runt um hann. Tá kanst eisini kanna nógv, hóast tá verður sitandi í bilinum: set gronina á bilinum nær móti einum veggi, so sært tá um báðar forlyktirnar lýsa og eisini um nær- og fjarljósini lýsa. Á sama hátt ber til at kanna ljósini aftan.
Annars eru góð ráð at gera sær til vana at hyggja eftir ljósunum í spegilsmyndini av bilinum í t.d. handilsrútum ella øðrum veggum ella flatum, ið geva endurskin.
Er onkur peran farin, skift hana út beinanvegin. Hættar tá tær ikki sjálv/ ella sjálvur, fá so onkran annan at gera tað. Tey, sum selja perur til bilar, plaga at vera sera hjálpsom í so máta. Hevur tú varhugan av, at tað er ikki bara peran, sum er farin, eru bestu ráðini at fara til eina bilsmiðju og lata ein bilmekanikkara umvæla.