Gera Glataðu spælimenninar til film

Gongst sum ætlað, verður bókin hjá Wiliami Heinesen at síggja sum sjónvarpssendirøð um trý ár. Talan er um eina verkætlan á 20 miliónir, sum Sjónvarpið skal standa fyri

John Johannessen


Fæst neyðuga fíggingin, verða fyrstu myndirnar tiknar upp til sendirøðina um skaldsøguna hjá Wiliami Heinesen longu næsta summar.

Tað er føroyingurin, Helgi Toftgaard, sum arbeiðir sum framleiðslustjóri hjá danska felagnum, MTV, ið hevur fingið hugskotið at gera heimskendu skalsøguna til sendirøð.

Helgi Toftegaard hevur tosað við ymsar sjónvarpsstøðir um ætlanina, og er dramadeildin hjá DR sinnað at stuðla ætlanini við tí kravi, at filmurin verður gjørdur í Føroyum á Føroyskum, og at Sjónvarpið skal standa fyri verkætlanini.


SVF vil vera við

Sjónvarp Føroya heldur hugskotið, um at gera bókmentanarliga meistaraverkið hjá Wiliami Heinesen til film, vera frálíkt. Tí er Sjónvarpið eisini sinnað at standa fyri verkætlanini, um neyðuga fíggingin fæst til vega.

Talan er um eina verkætlan, ið kostar millum 15 og 20 milliónir krónur. Men hetta ræðir ikki Sjónvarpið.

Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjórið, sigur vanliga mannagongd vera, at stórur partur av fíggingini til slíkar verkætlanir eru stuðul úr ymiskum norðurlendskum mentanargrunnum, og tí kemur ein slíkur filmur ikki at kosta Sjónvarpinum tað stóra.

? Tað, vit koma at leggja í eina slíka framleiðslu, er tøknin, fólkini og samskipanin. Tí kann næstan sigast, at vit gjalda okkara lut »in naturalia«, sigur sjónvarpsstjórin.

Tróndur Djurhuus vísir á, at tá tað ræður um reiðan pening, kann Sjónvapið ikki gera annað, enn at standa fyri at savna ein part av honum inn.

Men fyri, at tað skal bera til at gera filmin, heldur sjónvarpsstjórin, at ætlanin krevur undirtøku frá meginpartinum av føroyska mentanarlívinum.


Fyrireikað síðani 94

Ætlanin um at gera film úr skaldsøguni gongur heilt aftur til 1994. Tá fekk Helgi Toftegaard rættindini til at gera skaldsøguna til film.

Síðani hevur Helgi Toftegaard arbeitt við at finna út av, hvussu skaldsøgan kann gerast til film. Hetta, sigur hann, hevur verið eitt ógvuliga torført arbeiði, ið fleiri hava roynt áður, men eru givin, tí tey ikki fáa tað at bera til.

Orsøkin til, at tað ikki er eydnast fólki at gera skalsøguna til film er, at hon er skrivað sum ein symfoni. Søgan hevur fleiri tema, ið koyra móti hvørjum øðrum, eins og ein symfoni hevur fleiri satsir.

Í einum sjónvarpsfimli hevur tað týdning at hava ein reyðan tráð, sum gongur gjøgnum allan filmin.

Men Helgi Toftegaard hevur loyst hendan trupulleikan við at gera skaldsøguna til sendirøð. Tí í eini sendirøð ber til at flætta smáu søgurnar inn.


Drúgvar royndir

Helgi Toftegaard, sum skal vera framleiðslustjóri, tá sendirøðin verður gjørd, hevur drúgvar royndir innan filmsheimin.

Føroyski framleiðslustjórin hevur millum annað staðið fyri at gera Robinson ekspeditiónina og Rasmus Tøpp.