Í gjár hevði Útoyggjanevndin fund, og hóast nevndin kundi staðfesta, at alt tilfarið, sum nevndin hevur biðið um, ikki er komið inn til ásettu tíðina, fer tað ikki at ávirka tíðarætlanina hjá nevndini.
- Vit ælta at hava álitið liðugt til hálvan november, og hóast vit framvegis mangla nakað av tilfari, fer tað ikki at seinkað álitið, sigur Olga Biskopstø, sum er samskipari av arbeiðnum hjá útoyggjanevndini.
Hon hevði sett stovnum og fyritøkum freist til 20. august at koma við frágreiðing um virksemi teirra og ætlanum mótvegis útoyggunum, men tá freistin var farin, manglaði framvegis fitt av hesum tilfari.
- Hetta kemst av summarfrítíðnini. Fólk eru komin aftur til arbeiðis nú, men tað gjørdist ov knapt hjá øllum at náa at svara til ásettu tíðina. Men eg rokni við at fáa restina av tilfarinum í næstu viku, sigur Olga Biskopstø.
Koma við ítøkiligum hugskotum
Tað var eftir ein fund í Fugloy um støðuna hjá útoyggjunum, sum fekk løgmann at seta eina nevnd at arbeiða við málinum.
Endamálið hjá útoyggjanevndini er at gera uppskot til ein útoyggjapolitikk, sum kann vera við ti at tryggja, at útoyggjunum verður lív lagað.
Útoyggjanevndin fer 15. november at handa løgmanni eitt álit, sum lýsir hvat skal til fyri at skapa virksemi og trivnað á útoyggjunum, sum fleiri eru í vanda fyri at doyggja út.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera ítøkilig menningarhugskot, ið kunnu tryggja virksemi og trivnað á útoyggjunum.
Heimasíðan hjálpa
Útoyggjanevndin hevur roynt at gera vart við seg, fyri at fáa fólk at senda nevndini hugskot og hugsanir um útoyggjarnar. Nevndin hevur fingið nøkur brøv frá fólki eftir hesar áheitanir.
- Nú hava vit fingið heimasíðuna hjá okkum rættiliga at rigga, og vit vóna, at hon kann geva okkum okkurt. Har kemur vónandi kjak í lag um útoyggjarnar, sigur Olga Biskopstø, samskipari.
Á nevndarfundinum í gjár, skuldi útoyggjanevndin taka støðu til, hvat av tí rúgvismikla tilfarinum skuldi takast við og hvussu umfatandi álitið skal verða.
Umfatandi tilfar
Ætlanin var at hava ein nevndarfund afturat, áðrenn álitið verður handa mitt í november, men helst verður neyðugt við eykafundi.
- Tilfarið er so umfatandi, at vit verða helst noydd at hava ein eykafund, sigur Olga Biskopstø.
Sambært tíðarætlanini, sum nevndin hevur lagt, skal nevndin fram til 3. oktober savna restina av tilfarinum og hava fundir við stovnar, fyritøkur, bygdaráð og heimildarfólk annars. Endamálið er endaliga at útgreina tey uppskot, sum skulu við í verkætlanina.
Frá 4. oktober til 1. november verður tilfarið skrivað og rættilisið, og hálvan november fær løgmaður so álitið, sum skal verða við til at menna útoyggjarnar.










