Væleydnað tiltak í Giktafelagnum

Norðurlandahúsið var karmur um fjøltáttaða tiltakið hjá Giktafelagnum, har fyrilestrar, framsýningar og kvøldseta var á skránni. Umleið 250 fólk vóru til fyrilestrarnar um dagin, og eins nógv á Kvøldsetuna sama kvøld

­ Nú eru vit vorðin 50, og fara at leggja hetta tíðarskeiðið aftur um okkum, og líta frameftir, sigur Leila Solmunde, formaður í Giktafelagnum.

Hon situr sjálv i koyristóli, men tað forðaði ikki henni ella felagnum í at fyriskipa tiltakið, sum bert hevur fingið góð viðmæli.

Fyrilestrarnir vóru um giktasjúkur í 100 ár, sum Jón Thorsteinsson, professari í Íslandi, helt. Her var viðgerðin mest hiti og vatn, sum íslendingar brúktu fyrr í tíðini.

Hin fyrilesturin var um nútíðar viðgerð og heilivág í framtíðini, sum danin Jørgen Petersen, reumatologur, dr. med. helt seinnapartin.


Gav giktasjúkum vónir

Leila Solmunde heldur, at danski fyrilesturin gav giktasjúkum vónir, av tí at hann greiddi frá royndunum at finna nýggjan heilivág. Eisini tosaði Jørgen Petersen um møguleikan at koppseta fólk móti giktasjúkum, sum í nøkrum førum verða mettar at vera arvaligar.

Framsýningin »Ullint pløgg og ullvørur» varð serstakliga væl vitjað, og tí hevur Giktafelagið gjørt av at seta framsýningina upp aftur í MBF húsinum, har hon er opin hesa vikuna. Seinasti dagur er leygardagin. Framsýningin er opin frá kl. 14 - 20 hvønn dag.

­ Framsýningin er ikki bert fyri fólk við giktasjúkum. Felagið hevur skipað fyri framsýningini og fingið virkir og einstaklingar at lata lutir. Tað er ótrúligt, so vøkur og smart klæðini eru, sigur Leila Solmunde.

Formaðurin í Giktafelagnum sigur, at tað var strævin uppgáva at skipa fyri tiltakinum, men at tað var stríðið vert, tá tað eydnaðist so væl.


Hjálpa sjúklingum við ymsum giktasjúkum

Eingin veit hvussu nógv fólk hava giktasjúkur í Føroyum, tí tað eru so nógv ymisk sløg at talan um eina fólkasjúku.

Um felagsarbeiðið í framtíðini, sigur Leila Solmunde, at tey nú fara at arbeiða fyri m.a. at skipa fyri viðgerðarferðum, og fyri at skipa fyrilestrar um ymsu giktasjúkurnar, serliga fyri barnaliðagikt og fibromyalgi og bindivevsjúkur, sum eisini verða flokkarðar undir giktasjúkum.

­ Vit fara at finna fram til teir ymsu giktabólkarnar og arbeiða við slíkum, sum ikki bert er slitgikt og liðagikt, sigur Leila Solmunde.

­ Eitt nú er tørvurin at fáa venjing í heitum vatni ógvuliga stórur. Hetta verður gjørt í svimjihøllum, men tað er torført at sleppa framat. Tað er eisini kostnaðarmikið at hita vatnið í stórum svimjihylum, har vatnið helst vera eini 36 hitastig, fyri at gagna giktasjúklingum.

­ Vit hava hugartil fingið innivst í svimjihylum á sjúkrahúsum og ellisheimum, men vit kundu hugsað okkum at sloppið til venjingar aftaná arbeiðstíð, av tí at ikki øll giktasjúk hava møguleika at fara til venjingar í arbeiðstíðini, sigur Leila Solmunde og leggur aftrat, at hetta fer felagið at arbeiða fyri frameftir.