Forkastilig hóttan frá Kallsberg

John Johannesen úr Javnaðarflokkinum er fortørnaður inn á formannin í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, sum persónliga leggur seg út í eitt starvsfólkamál á Strandferðsluni. Hetta líkist italskum tilstandum, heldur hann

Starvssetan

 

- Tað líkist ongum, at stjórin á Strandferðsluni skal verða settur til viks av bæði einum landsstýrismanni og formanni í fíggjarnevndini.

Hetta sigur John Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, um málið viðvíkjandi skiparunum á Strandferðsluni, ið hevur fingið stjóran á stovninum, Regin Vágadal, at siga seg úr starvi.

- Vit hava eina stýrisskipanarlóg, sum setir greiðan skilnað millum tað lóggevandi og útinnandi valdið. Tað, sum vit síggja her, er at Anfinn Kallsberg sum fíggjarnevndarformaður tekur sær leiklutin sum útinnandi valdið. Har hevur hann onki sum helst at gera. Hetta líkist italskum tilstandum, sigur javnaðartingmaðurin.

John Johannesen heldur, at løgtingið eigur at avtala hendan framferðarháttin harðliga.

- Sjálvandi er tað í fínasta lagi at hava ein seniorpolitikk, men her eru fyrisitingarligu reglurnar galdandi, og har hava politikkarar onki at gera, sigur John Johannsen.

- Tað mest forkastiliga er, at Anfinn Kallsberg brúkar eina eykajáttan sum jarnbrot í sambandi við skiparamálið. At hann hóttir við at sýta Strandferðsluni eykajáttan til fendarar á Smyrli, um gomlu skipararnir ikki sleppa at halda fram í starvi, sigur John Johannesen.

Skuldsetingina førdi John Johannesen fram á tingsins røðarapalli fyrrapartin og grundgav seinni fyri henni í tíðindasendingini á Rás 2 á middegi og í Sosialinum.

Pástandirnar byggir John Johannesen á prát við fleiri tingfólk, sum siga seg vita, at fíggjarnevndarformaðurin beinleiðis hevur hevur hótt við hesum møguleikanum.

- Nú síggja vit aftur hendan vanliga fólkaflokspolitikkin, har man setir allar fyrisitingarligar reglur til viks, tá tað tænir egnum endamálum. Har haldi eg, at Javnaðarflokkurin skal vera ógvuliga varin við at lata seg brúka til slíkt, sigur javnaðartingmaðurin.

John Johannesen sigur víðari, at hann áður hevur upplivað hóttanir frá Anfinni Kallsberg. Tað var tá hann sjálvur arbeiddi í sjónvarpinum og bókin »Skjót journalistin« kom út.

- Tá hótti Anfinn Kallsberg eisini beinleiðis, men tá vóru vit so heppin, at táverandi sjónvarpsstjórin skrivaði telefonnotat um ta hendingina, sum seinni varð almannakunngjørt, sigur John Johannesen.

- Nú mugu vit í Javnaðarflokkinum traðka í karakter og siga, at vit finna okkum ikki í slíkum samstarvi. Skal man samstarva, skal tað vera við reinum linjum, sigur John Johannsen.

Javnaðartingmaðurin vísir til, at fleiri fyrispurningar í málinum eru eftir at svara, og hann roknar eisini við, at løgmaður fylgir væl við í málinum.

- Tað er umráðandi, at vit fáa lagt øll fakta á borðið strandferðslumálinum, og at løgmaður og síðani løgtingið kann taka støðu til, um nakað er at koma eftir í hesum máli, sum fjølmiðlarnir vísa á. Eg haldi, at tað er nógv sum bendir á, at nakað er at koma eftir her, sigur John Johannsen.