gera tað ógjørligt at klára seg við eini vanligari løn. Í Keypmannahavn lækkar talið á almennum leigubústaðum og øðrum bíligum bústøðum í mun til dýrar eigaraíbúðir. Fyri 20 árum síðani hoyrdu 40% av [...] Søgan er uttan iva talandi fyri ta støðu, sum alt ov nógvar barnafamiljur og onnur standa í løtuni. At tað er ringt at fáa endarnar at røkka saman. At oljurokningin og húsaleigan fer við tí fíggjarliga [...] á gerandisvørum tvingar familjur at taka tungar avgerðir. Men støðan er í grundini eisini talandi fyri ta leið, sum vælferðarstaturin er farin seinastu áratíggjuni. At tey, sum longu høvdu nógv, hava fingið
skuldu vit millumlenda í Tromsö, men heldur harðliga gekk fyri seg, sum flogskiparin eisini ávaraði um. Eftir lendingina kallaði hann lendingina fyri ?usædvanlig ubehagelig?. Tá vit komu til Alta um tvey tíðina [...] eftir okkum, sum vit á nakran hátt kundu vera fyri uttan. So tað bleiv ikki til so nógv annað enn myndatólið, ið gjørdist darvandi viðføri. Sami Travel skipaði fyri ferðini og útgjørdi okkum væl. Væl ballaði [...] kavascootara er nakað, ein skal venja seg við. Torført er at gera samanberingar. Kennist kanska, sum at verða tveittur í eina vaskimaskinu. Hann er kraftmikil og fyri ein óroyndan tungur at fáa tamarhaldið
Kúrberg, leiðaran á Herberginum, tí hon knappliga kendi á sær, at nú mátti hon fáa hjálp. Í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu –Eg visti ongan útveg – Eg ringdi til Martin, og tað fyrsta hann segði var, ‘tær [...] ungu í hennara vinaskara um rúsevni. Hon visti, at hann kendi til ung og misnýtslu, og at hann brendi fyri at hjálpa ungum í slíkum støðum. Tá Martin hevði sagt henni í telefonini, at hann ikki var vísur í [...] teimum nú vóru rúsfrí. Eisini var ein vinmaður mín, sum var nøkur ár eldri enn eg, á Blákrossheiminum fyri rúsevnismisnýtslu júst tá, og Martin visti, at vit kendust, sigur hon. Seinni ringdi Martin tó aftur
m snýr leiðarin hjá Dimmu seg um, at vælferðarsamfelagið fer at detta sundur, tá Føroya fólk skulu royna seg sum fræls tjóð. Ikki eitt orð um, hvørjir møguleikar liggja fyri framman hjá fullveldinum Føroyum [...] gøre«. Og fyri at gera greitt, hvussu nógv hon meinti hetta í álvara, syrgdi hon fyri, at alt tað innan almannaverkið, sum ikki longu var koyrt undir blokkin, kom inn undir hann. Hetta fyri at fyribyrgja [...] Statsministarin og Lykketoft vildu veita lán í samband við bankastøðuna, og vit kenna nú hvat lá aftan fyri hetta stóra hjálpsemi teirra. Ráðharrin í almannamálum, Karen Jespersen, segði stutt og greitt, at
hevur átt stórt pláss í nøkrum valstríði. At enda fer flokkurin at arbeiða fyri at fáa avtikið mvg’ið av frukt og grønmeti fyri at eggja fólki til at eta meiri av hesum heilsusunna kosti í sambandi við [...] afturvendandi trupulleiki. Revsingin fyri oljudálking skal nevniliga herðast. Eitt annað, sum flokkurin fer at leggja dent á, er at seta upp ítøkiligt regulsett fyri bjálving av húsum og bygningum. Her [...] áhugavert og ofta umrøtt mál er sjúkrakassin. Her fer Javnaðarflokkurin í valstríðnum at sláa upp á trummu fyri, at sjúkrakassagjaldið skal fíggjast umvegis skattin. Hetta er ein tanki, sum javnan hevur verið frammi
lív á oynni fyri einum ári síðani, og forsætisráðharrin, sum sjálvur er gamal AUF-formaður, takkaði teimum ungu fyri teir eginleikar, sum tey hava víst síðani sorgarleikin. -AUF reisti seg. Ungdómur um [...] hendur saman. Tey noktaðu at góðkenna, at virkisfýsni skuldi elva til deyða og teknaðu seg til at gera tænastu fyri demokratiið. Hetta árið hava túsundtals ungfólk svarað harðskapinum við at vera við - [...] norska fólkið, at líkasæla er hættislig. Hann segði, at tað opna demokratiska samfelagið gevur rúmd fyri víðgongdum sjónarmiðum. Forsætisráðharrin vísti á, at internetið flýtur yvir av útspilling og niðran
menniskju. Søgurnar ganga allar fyri seg í einum lítlum amti í landslutinum Ontario í Kanada, og kanska hevur onkur lokalur orðstýrari onkuntíð sagt, at bøkurnar hjá Munro snúgva seg um tey og tey fólkini. Einki [...] kenna okkum aftur í. Føroyingar skriva um bygdina ella seg sjálvan. Nakað soleiðis hugsaði eg sum yngri, og hendan hugmyndin rann aftur fram fyri meg á pallborðsfundi millum føroyskar og danskar rithøvundar [...] Nýggja bókin hjá Sólrún, Hinumegin er mars, snýr seg um um eina konu mitt í trýssunum, sum stendur millum lítla ommubarnið og gomlu mammuna. Men hon snýr seg eisini um sjálva tilveruna. Kettlingar í himli
annars frá, at fyri fyrst eru teir í HSF farnir undir at skipa fyri venjingarlegum og landsliðssavningum, og verður fyrsta av hesum um einar 2 vikur. Arbeitt verður eisini við at skipa fyri onkrum venji [...] fíggjað Kortini varð fyri tveimum árum síðani avgjørt, at seta gongd aftur á landsliðshondbóltin, og var hetta í fyrsta umfarið gjørt á tann hátt, at fýra landsliðsbólkar vórðu gjørdir fyri yngru leikararnar [...] sonevnda Challenge-Trophy. Hetta er ein millumtjóða kapping fyri smátjóðir, og eru eini 8-10 lond við í hesi kapping. Møguleiki er eisini fyri onkrum landsdystum undan hesum, og í løtuni verður arbeitt
Tað eru góð 30 ár síðani, at fyrsti borurin varð settur í undirgrundina á Atlantsmótinum, vestan fyri Hetland. Í hesum tíðarskeiði eru boraðir 206 brunnar, harav eru 63 fund og tekin til olju. 143 brunnar [...] Shiehallion og Loyal. Tvey onnur øki eru undir útbygging, Clair og Suilven. Oljufeløg hava bundið seg til at bora 9 brunnar aftrat, 4 í føroyskum øki og 5 í bretskum. BP skal bora tveir í føroyskum øki [...] víst áhuga í føroyska økinum, umhugsar at bora í einum av loyvunum her norðuri og beint við markið. Fyri okkum í Føroyum er hetta sera áhugavert, tí fleiri av økjunum, sum helst verða peikað út til eina
tað er alneyðugt av sleppa undan fløskuhálsum, eisini tá tað snýr seg um loftvegis ferðslu til og úr Føroyum. - Ráddi eg einsamallur fyri borgum, hevði ein nýggjur altjóða flogvøllur fingið fremstu raðfesting [...] serliga við trupulleikum í alivinnuni, so vaks arbeiðsloysið ikki so nógv, sum óttast kundi verið fyri. Og hetta er aftur eitt dømi um, at alsamt fleiri hendur fáa sína inntøku frá øðrum enn høvuðsvinnuni