Í tómgongd ? gongur tó spakuliga framá

Oljufeløg hava bundið seg til at bora 9 brunnar, 4 í føroyskum øki og 5 í bretskum, komandi árini. Stórur spenningur er um uppaftur nýggjar brunnar longur norðuri á landgrunninum, báðumegin markið. Tríggjar nýggjar útbjóðingar, á føroyskum, norskum og bretskum øki, kunnu fara at varpa nýtt ljós á Atlantsmótið. Men tað krevst tol hjá teimum, sum helst síggja eina oljuvinnu á okkara landgrunni í næstu framtíð.

Offshore Faoes 2003/Analysa


Tað eru góð 30 ár síðani, at fyrsti borurin varð settur í undirgrundina á Atlantsmótinum, vestan fyri Hetland. Í hesum tíðarskeiði eru boraðir 206 brunnar, harav eru 63 fund og tekin til olju. 143 brunnar hava verið turrir. Í dag eru 3 oljuøki í framleiðslu, Foinaven, Shiehallion og Loyal. Tvey onnur øki eru undir útbygging, Clair og Suilven.

Oljufeløg hava bundið seg til at bora 9 brunnar aftrat, 4 í føroyskum øki og 5 í bretskum. BP skal bora tveir í føroyskum øki og tveir hinumegin markið. Amerada Hess skal bora tveir, ein hvørjumegin markið. ConocoPhillips stendur til at bora ein í bretskum øki, og ChevronTexaco til at bora 1 í bretskum øki. Sum vit longu hava hoyrt og sæð, so verður eingin brunnur boraður á okkara landgrunni í næsta ár. Teir skulu so allir borast áðrenn endan av 2006. Helst verða teir boraðir í 2005. Sosialurin hevur fingið upplýst frá BP, at teir heldur ikki ætla at bora sínar brunnar í bretskum øki næsta ár. Tað skilst, at ConocoPhillips hevur somu støðu.

Eftir er so ChevronTexaco. Hetta er í løtuni kanska tað mest áhugaverda felagið sæð við føroyskum eygum, tí tað kann vera, at tað borar sín brunn niðri í Gullhornini, bretsku megin markið í næsta ár. Men meira áhugavert er at merkja sær, at felagið eisini hevur tvey loyvi longur norðari, eitt nú 215 og eitt í 213-214, sum liggur heilt norðuri á 62 stigum. Tað ljóðar, at hetta risastóra oljufelagið, sum áður hevur víst áhuga í føroyska økinum, umhugsar at bora í einum av loyvunum her norðuri og beint við markið. Fyri okkum í Føroyum er hetta sera áhugavert, tí fleiri av økjunum, sum helst verða peikað út til eina nýggja útbjóðing her hjá okkum, liggja eisini har norðuri og beint hinumegin markið. So tað kann hugsast, at eitt stórt oljufelag sum ChevronTexaco, ið telist millum heimsins størstu, bæði fer at vísa eina útbjóðing okkara megin áhuga og fer at bora beint hinumegin markið kanska longu í næsta ár.

Eisini er tað sera áhugavert, tað, sum hendir í loyvinum hjá Amerada Hess, har ChevronTexaco eisini er partnari. Talan er um brunnin Cambo, sum varð boraður í fjør og sum er eitt fund. Tað ljóðar, at tað er uppá tal at bora ein avmarkingarbrunn longu í næsta ár.

Aftrat hesum er líkt til, at vit fáa eina útbjóðing á føroyska landgrunninum og eina á tí bretska, og báðar helst tætt upp at markinum og har norðuri. Alt eftir áhuganum fyri hesum útbjóðingum, so ganga vit eina spennandi tíð á møti við møguliga fleiri brunnum tey næstu nógvu árini. So hóast tað tykist sum Atlantsmótið er í tómgongd, so er okkurt, sum bendir á, at tað kortini gongur rætta vegin fram, um enn spakuliga.

Komandi brunnar, í fyrsta lagi 9 og í øðrum lagi kanska nógv fleiri, báðumegin markið fara at gera av, um og nær eitt nú Føroyar gerast oljuframleiðandi land.