Í tøkum tíma

Eftir drúgvan steðg er nú líkt til, at Føroyingar aftur fáa høvi at síggja okkara fremstu hondbóltsleikarar luttaka í altjóða kappingum.

Tá tosað verður um føroyska luttøka í altjóða ítróttarkappingum, er tað aloftast A-landslið okkara í fótbólti, sum talan fyrst fellur á.

Soleiðis hevur ikki altíð verið, tí í sjeytiárunum og fyrsta partin av áttatiárunum, var tað í nógv størri mun hondbóltsleikarar okkara, sum gjørdu vart við seg. Flestu okkara minnast ivaleyst føroysku luttøkurnar í C-HM kappingunum, har leikarar okkara fleiri ferðir komu heim aftur við heilt góðum úrslitum.

Seinastu árini hevur tó lítið verið at hoyrt um nakað A-landslið í hondbólti, og kemst hetta einamest av teirri orsøk, at fíggjarliga orkan hjá hondbóltssambandinum ikki hevur verið nóg góð.


Feløgini hava fíggjað

Kortini varð fyri tveimum árum síðani avgjørt, at seta gongd aftur á landsliðshondbóltin, og var hetta í fyrsta umfarið gjørt á tann hátt, at fýra landsliðsbólkar vórðu gjørdir fyri yngru leikararnar.

Hetta arbeiði hevur so koyrt tey bæði seinastu árini, og umframt at halda áfram við hesum arbeiði, hevur HSF nú gjørt av, at fara undir aftur arbeiðið við A-landsliðum hjá bæði monnum og kvinnum, sigur Petur Ove Petersen, formaður í HSF.

Einki er at dylja yvir, at økingin í virkseminum fyrst og fremst er grundað á tær peningaupphæddir, sum hondbólturin nú fær frá ÍSF, í.s.v. at fyrstu veddingarmilliónirnar nú eru komnar til landið.

Árliga er talan um eina upphædd á góðar 400 tkr. sum HSF á henda hátt fær frá ÍSF. Frammanundan fekk HSF góðar 200 tkr. av landskassajáttanini til ítróttin, og við tað at henda upphædd er varveitt, eru fíggjarligu umstøðurnar hjá hondbóltinum nú munandi broyttar.

Fíggingin av arbeiðinum við U-landsliðunum er annars farin fram á tann hátt, at øll hondbóltsfeløgini í landinum hava rindað eitt grundgjald upp á 5.000 kr. til hondbóltssambandið, umframt at hesi hava rindað 1.000 kr. fyrii hvønn landsliðsleikara, sum felagið eigur. Harumframt hevur HSF fingið 10 kr. fyri hvørt selt atgongumerki í kappingarárinum, so fyrst og fremst eru tað feløgini sjálv, sum hava fíggjað landsliðsarbeiðið.

Tað ljóðar kanska eitt sindur løgi, at feløgini hava verið noydd at rinda fyri at hava landsliðsleikarar, men veruleikin er helst tann, at hetta hevur verið einasta gongda leið. Lítið er at ivast í, at hetta er ein sera týdningarmikil partur í menningini av einstøku leikarunum, eins og landsliðsluttøka eisini er ein stór gularót fyri leikararnar.

Tískil munnu flestu feløgini helst síggja hesar upphæddir sum eina íløgu í framtíðina hjá hondbóltinum, heldur enn útreiðslur, og tað er í hvussu so er gleðiligt, at feløgini á henda hátt hava givið sítt ískoyti, soleiðis at landsliðshondbóltinum hevur verið lív lagað.


Til Belgia

Hjá kvinnunum er Sophus Dahl Christiansen settur sum høvuðsvenjari. Sophus hevði í fleiri ár abyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá Kyndli, og fekk hann eisini tvey meistaraheitið við hesum, áðrenn hann í vetur flutti yvir á mannfólkasíðuna.

Afturat sær hevur Sophus fingið núverandi venjaran hjá kyndilskvinnunum, Flemming Raben, og fyrsta uppgáva teirra verður, tá kvinnulandsliðið í mei mánaði skal til Belgia, har kappast verður um sonevnda Challenge-Trophy. Hetta er ein millumtjóða kapping fyri smátjóðir, og eru eini 8-10 lond við í hesi kapping.

Møguleiki er eisini fyri onkrum landsdystum undan hesum, og í løtuni verður arbeitt við at fáa íslendska kvinnulandsliðið hendan vegin í antin februar ella mars mánaði.


Móti Grønlandi

Hjá monnunum er Palli Joensen settur at taka sær av venjingini, og afturat sær hevur hann fingið Hjalmar Klein Olsen, sum er venjari hjá VÍF og undangongumann hansara, Daniel Rápa.

Petur Ove greiður annars frá, at fyri fyrst eru teir í HSF farnir undir at skipa fyri venjingarlegum og landsliðssavningum, og verður fyrsta av hesum um einar 2 vikur.

Arbeitt verður eisini við at skipa fyri onkrum venjingardystum, og í løtuni verður tosað við grønlendska hondbóltssambandið um at fáa venjingardyst móti grønlendska landsliðnum, og eru teir sinnaðir at koma henda vegin í antin februar ella mars.

Grønlendska landsliðið hevur ikki luttikið í evropeiskum høpi seinastu árini, men ístaðin hava teir av landafrøðiligum orsøkum luttikið í Pan-Amerikonsku kappingini, og hava teir í fleiri førum fingið góð úrslit í hesi kapping.

Júst hvørjir aðri dystir verða á skránni er ikki fastlagt enn, men møguliga ber til at skipa soleiðis fyri, at menninir vera við í ferðalagnum, tá kvinnurnar fara til Belgia, soleiðis at teir á tann hátt kunnu fáa onkrar venjingardystir móti t.d. Luxemburg ella møguliga onkrum belgiskum liðið.

Fyrsta altjóða uppgávan hjá monnunum verður annars í 2001, tá undankappingardystir til heimsmeistaraheitið standa á skránni. Skipanin verður tá soleiðis, at Føroyar koma í bólk saman við 3 øðrum londum, og verða sostatt í hvussu so er 6 landsdystir leiktir hetta árið.


Eingir stuðlar

Sum nevnt, verða fyrstu venjingarnar hjá landsliðnum hildnar um einar tvær vikur, og hevur HSF í hesum sambandi heitt á feløgini um at siga frá, at hvørjar leikarar tey halda vera aktuellar til landsliðið.

Annars leggja teir í HSF stóran dent á, at teir leikarar, sum verða úttiknir til landsliðið, eiga at hondbólt sum fremstu ítróttargrein, soleiðis at teir ikki koma í ta støðu, at ein landsliðsleikari ikki fær verið við í onkrari kapping ella venjing, orsakað av at viðkomandi er upptikin av eitt nú fótbóltslandskappingini.

Peter Ove greiður víðari frá, at hóast teir við veddingarpeninginum frá ÍSF hava fingið væl meira av peningi at arbeiða við, so merkir hetta ikki, at allir trupulleikar eru loystir.

- Vit eru framvegis noyddir at gera alt so bíligt, sum yvirhøvur gjørligt, og umframt peningin frá ÍSF og hondbóltsfeløgunum, verður eisini arbeitt við ætlanum um at fáa stuðlar til landsliðsarbeiðið, greiður formaðurin frá.

Lítið er at taka seg aftur í, at tað í dag er fótbólturin, sum fer avstað við teimum flestu stuðulskrónunum, men megnar hondbólturin aftur at koma upp á tað støðið, har teir vóru fyri 15-20 árum síðani, er lítil ivi um at áhugin fyri hesi ítróttargrein aftur fer at veksa.