Í vakurleikans skugga skal ræðuleikin hvíla

- Sjálvt eitt ár aftaná er tað torført at skilja líðingina og óttan á Utøya tann 22. juli í fjør. Men tað, sum er hent síðani, er so mikið meiri hugvekjandi

Soleiðis byrjaði Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, minningarrøðu sína á Utøya í gjár. Røðan var í stóran mun ætlað teimum ungu og til minnis um teir ungu AUF-arararnar, teirra javnaldrar og vinfólk, sum lótu lív á oynni fyri einum ári síðani, og forsætisráðharrin, sum sjálvur er gamal AUF-formaður, takkaði teimum ungu fyri teir eginleikar, sum tey hava víst síðani sorgarleikin.

-AUF reisti seg. Ungdómur um alt landið tók hendur saman. Tey noktaðu at góðkenna, at virkisfýsni skuldi elva til deyða og teknaðu seg til at gera tænastu fyri demokratiið. Hetta árið hava túsundtals ungfólk svarað harðskapinum við at vera við - við at taka lut. Ikki bara í AUF. Eisini í Unge Høyre. Í Natur og Ungdom. Í Norsk Folkehjelp. Tey eru 22. juli-ættarliðið. Landsins framtíð. Okkara vón.

Jens Stoltenberg segði, at tey ungu hava lært tað norska fólkið, at líkasæla er hættislig. Hann segði, at tað opna demokratiska samfelagið gevur rúmd fyri víðgongdum sjónarmiðum. Forsætisráðharrin vísti á, at internetið flýtur yvir av útspilling og niðran, og at alt ov leingi hevur samfelagið vent tað blinda eygað til tað haturskenda orðalagið. Hann segði, at tað norska samfelagið kann ikki og vil ikki lata eyguni aftur, tí líkasæla kann uppfatast sum tigandi góðkenning. Tað kenna vit frá søguni, segði Stoltenberg og legði afturat:

-Vit skulu síggja tey forfylgdu í andanum av 22. juli-ættarliðnum, møta tí blinda hatrinum við upplýsing og grundgevingum og vísa, at demokratiið er sterkari enn tann ringasta hóttanin.

Norski forsætisráðharrin segði, at samfelagið eigur at minnast tey, sum doyðu tann 22. juli í 2011, við takklæti, minnast teirra dreymar og heldur minnast teirra lív enn ta løtuna, tá tey doyðu.

Jens Stoltenberg tosaði ikki bara um tey, sum doyðu í yvirganginum tann 22. juli í fjør, men eisini um tey, sum vóru har, men sum sluppu livandi frá atsóknunum. Hesi eigur samfelagið at hugsa um og at hava fyrilit fyri, sama um teirra sár eru sjónlig ella ósjónlig, segði Jens Stoltenberg, áðrenn hann endaði røðuna:

-Vit skulu siga hvør øðrum hugnaligar søgur frá Utøya. Tey góðu minnini hiðani kann eingin taka frá okkum. Tey eru okkara í allar ævir. Lat okkum æra tey deyðu og gleðast um lívið.