høvdu ikki annað í at velja enn at taka skammbyrsuna fram og at skjóta tvær kýr, sum høvdu fingið stóran skaða, eftir at ein bilur hevði rent á tær í nátt. Danska útvarpið sigur, at tríggjar kýr vóru komnar [...] skaða, at hon doyði alt fyri eitt. Tann aftari bilurin rendi á hinar báðar kýrnar. Tær fingu so stóran skaða, at tveir løgreglumenn, sum komu á staðið, hildu seg ikki hava annað í at velja enn at skjóta [...] skjóta tær. Útvarpið sigur, at teir báðir bilførararnir fingu ongan skaða, men at bilarnir gjørdust vrak. Løgreglan fer nú at kanna, um tað ber til at krevja endurgjald frá manninum, sum átti kýrnar.
hevur ikki dult fyri, at hann stillar upp fyri at vinna. Tað er kortini greitt, at talan verður ikki um nakað alment valstríð, tí Putin hevur gjørt greitt, at hann ætlar sær ikki at taka lut í nøkrum valkjaki [...] við russiskar fjølmiðlar, at tey, sum vit, hvussu trong arbeiðsætlanin hjá Putin er, vita, at hann hevur ikki tíð til at kjakast í sjónvarpinum um valið. Hinvegin fer Putin at lata fólk umboða seg, har [...] kemur tó ikki óvart á russar, at Vladimir Putin sýtir fyri at luttaka í sjónvarpskjaki, tí tað hevur hann ongantíð gjørt. Hesaferð hevur hann sagt, at øll hini valevnini sleppa at kjakast við hansara umboð
grannskoðaranum at taka lógarásettu próvtøkuna longd, til trý ár, sigur løgmaður. Grundgevingin fyri longdu frestini er, at løgmaður heldur, at próvtøkan kann væntast at verða á so høgum stigi, at rúmari fy [...] Johannesen hevur gjørt av at staðfesta avgerðina hjá Skráseting Føroya um at taka løggildingina frá grannskoðarum í grannskoðaramálinum, sum tað vanliga verður nevnt. - Tað merkir, at løggildingarnar hjá g [...] landsstýrismannin í vinnumálum um at tryggja, at Skráseting Føroya kannar, um løggildingin hjá grannskoðaranum við norskari løggilding skal takast aftur. Hetta tí, at Løgtingsins umboðsmaður í síni frágreiðing
ikki av tilvild, at fólk keypa so nógv frá útlendskum internethandlum. -41 prosent siga, at tey spara pengar við at keypa frá útlendskum internethandlum, og 29 prosent siga, at tey noyðast at fara til útlendskar [...] internethandlar fyri at fáa tær vørurnar, sum tey vilja hava, sigur Annette Falberg. Hon sigur, at í dag eru tað serliga tey ungu, sum brúka internetið at keypa við, men at onnur fara at gera tað sama í komandi [...] hjá Dansk Erhverv vænta, at um átta ár fara danir at keypa fyri 22 milliardir krónur um árið frá útlendskum internethandlum. Annette Falberg hjá Danske Internethandlere sigur, at danir keypa serliga klæðir
vald, at tey kunnu skriva skattalógir, sum sleppa teimum sjálvum undan skattabyrðuni og áleggja øllum øðrum at gjalda raksturin av samfelagnum. Nú er bara at vóna, at fíggjarmálaráðharrin fer at taka [...] floksformenninar segði fíggjarmálaráðharrin, at skattatrýstið í Føroyum er lægri enn í grannalondunum, men at skatturin er lagdur so skeivt á borgararnar, at byrðan á vanligari løn er tyngri enn nakra [...] avleiðingarnar av, at hann hevur sæð ljósið. So fer hann sjálvandi at avtaka mutursstuðulin og leggja skattin á tey, sum hava ráð at gjalda hann.
Tað er lítið at frætta frá samráðingunum um skipan av nýggjari samgongu. Nú er kortini komið fram, at tað er ikki óhugsandi at Miðflokkurin fer at fáa eitt landsstýrisfólk. Norðlýsið skrivar fyri løtu [...] uttan so at flokkarnir í samgonguni eru samdir um tað. Og teir fara heldur ikki at atkvøða fyri uppskotum úr andstøðuni, uttan at tey fyrst eru viðgjørd í samgonguni. - Eg eri sannførdur um at vit finna [...] síðani, at Miðflokkurin eftir útsøgn frá Jenisi av Rana, floksformanni hevur góðar møguleikar at fáa slíkt starv boðið. Sambært honum er flokkarnir samdir um linjurnar fyri samstarvinum, og at uppskot
týsdagin, at hann fer skjótt at kunngera, um hann fer at stilla upp til forsetavalið næsta ár ella ikki. Í gjár segði Putin, at hvørki hann ella Medvedev høvdu havnað tilboðnum um at stilla upp, men at teir [...] teir mundu fara at semjast um, hvør teirra skuldi stilla upp. Eygleiðarar í Moskva halda, at fráboðaninar hjá teimum báðum benda á, at teir sita ikki so væl um sátt longur. Ein meiningakanning, sum varð a [...] Russiski stjórnarflokkurin Sameint Russland kunngjørdi í dag, at hann tekur undir við, at Vladimir Putin, forsætisráðharri, verður valevni floksins til forsetavalið næsta ár. Tað var næstformaðurin í
orsøk til, at tað ikki skal vera loyvt at framleiða tað sama sum tað er loyvt at innflyta. Tí vil hesin bólkur gera vart við, at vit vilja, at tað eftir núverandi lóggávu í framtíðini verður loyvt at framleiða [...] við í bólkinum ?Frælsi at framleiða alt rúsdrekka í Føroyum?. Á síðuni hjá bólkinum stendur millum annað soleiðis. ?Bólkur til frama fyri, at tað skal vera loyvt hjá fyritøkum at framleiða alt rúsdrekka [...] rúsdrekka í Føroyum sum eisini er loyvt at selja í Føroyum. Eftir núverandi lóggávu er bert loyvt at framleiða rúsdrekka í Føroyum upp til 5,6% vol.. Samstundis er tað loyvt at innflyta rúsdrekka heilt upp til
við tankan um, at hon hevur fingið sínar fyrstu rukkir. ?Sjálvt um hon hatar at tosa um tað, blívur Victoria eisini gomul eins og øll onnur. Tankin um at hon eldist er verri fyri hana, tí at hon følir seg [...] Milan hava fingið hana at síggja út til at verða eldri. ,,Victoria følir, at teir síðstu tríggir mánaðirnir hevur hon mist tí ungu útsjóndina. Hon hevur fyri stuttum greitt frá, at allar ferðirnar og allar [...] seg noydda til at alla tíðina verða í toppinum við tí nýggjasta innan móta? sigur ein kelda og greiðir eisini frá at Victoria Beckham, 34 ára gomul, sigur at allar ferðirnar millum Los Angeles, London og
uppskotið er eitt tekin um, at flokkurin vil viðgera málið. Annars vísti Óli Breckmann á, at uppskotið var skilagott á tann hátt, at Javnaðarflokkurin skjeyt upp, at vit fyrst fara at kanna avleiðingarnar, áðrenn [...] broytingunum, tí fyri at fáa ein breiðan meiriluta á tingi, má Javnaðarflokkurin verða við - Sambandsflokkinum hevði hann onga vón um. At enda segði Óli Breckmann, at samgongan eigur at vísa sín positiva vilja [...] Tað er nú ikki so býtt fyrst at finna fram til, hvørjar avleiðingarnar verða, helt hann. Óli Breckmann vísti eisini á, at tað í hesum føri eisini hjá samgonguni snýr seg um at fáa Javnaðarflokkin vinarliga