Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, stillar upp til forsetavalið í mars, og hann hevur ikki dult fyri, at hann stillar upp fyri at vinna.
Tað er kortini greitt, at talan verður ikki um nakað alment valstríð, tí Putin hevur gjørt greitt, at hann ætlar sær ikki at taka lut í nøkrum valkjaki í sjónvarpinum. Talsmaður hansara, Dmitry Peskov, sigur við russiskar fjølmiðlar, at tey, sum vit, hvussu trong arbeiðsætlanin hjá Putin er, vita, at hann hevur ikki tíð til at kjakast í sjónvarpinum um valið. Hinvegin fer Putin at lata fólk umboða seg, har hann heldur tað vera neyðugt, sigur talsmaðurin.
Tað kemur tó ikki óvart á russar, at Vladimir Putin sýtir fyri at luttaka í sjónvarpskjaki, tí tað hevur hann ongantíð gjørt. Hesaferð hevur hann sagt, at øll hini valevnini sleppa at kjakast við hansara umboð upp undir valið.










