Tveir danskir løgreglumenn høvdu ikki annað í at velja enn at taka skammbyrsuna fram og at skjóta tvær kýr, sum høvdu fingið stóran skaða, eftir at ein bilur hevði rent á tær í nátt.
Danska útvarpið sigur, at tríggjar kýr vóru komnar út á vegin vestan fyri Brønderslev í Norðurjyllandi. Í somu løtu komu tveir bilar eftir vegnum. Tann fremri bilurin rendi á eina av kúnum, sum fekk so stóran skaða, at hon doyði alt fyri eitt. Tann aftari bilurin rendi á hinar báðar kýrnar. Tær fingu so stóran skaða, at tveir løgreglumenn, sum komu á staðið, hildu seg ikki hava annað í at velja enn at skjóta tær.
Útvarpið sigur, at teir báðir bilførararnir fingu ongan skaða, men at bilarnir gjørdust vrak. Løgreglan fer nú at kanna, um tað ber til at krevja endurgjald frá manninum, sum átti kýrnar.