Miðflokkurin fær helst eitt landstýrisfólk

Tað er lítið at frætta frá samráðingunum um skipan av nýggjari samgongu. Nú er kortini komið fram, at tað er ikki óhugsandi at Miðflokkurin fer at fáa eitt landsstýrisfólk.

Norðlýsið skrivar fyri løtu síðani, at Miðflokkurin – eftir útsøgn frá Jenisi av Rana, floksformanni – hevur góðar møguleikar at fáa slíkt starv boðið.

Sambært honum er flokkarnir samdir um linjurnar fyri samstarvinum, og at uppskot verða ikki løgd fram, uttan so at flokkarnir í samgonguni eru samdir um tað. Og teir fara heldur ikki at atkvøða fyri uppskotum úr andstøðuni, uttan at tey fyrst eru viðgjørd í samgonguni.

- Eg eri sannførdur um at vit finna eina semju, men eg vænti at mikudagurin gongur áðrenn samgonguskjalið verður undirskrivað, sigur Jenis av Rana.

Hann hevur tó onga viðmerking til hvat ráð ið Miðflokkurin møguliga kann fáa at umsita.