Á sosialu heimasíðuni Facebook, eru yvir 2000 føroyingar við í bólkinum ?Frælsi at framleiða alt rúsdrekka í Føroyum?. Á síðuni hjá bólkinum stendur millum annað soleiðis.
?Bólkur til frama fyri, at tað skal vera loyvt hjá fyritøkum at framleiða alt rúsdrekka í Føroyum sum eisini er loyvt at selja í Føroyum.
Eftir núverandi lóggávu er bert loyvt at framleiða rúsdrekka í Føroyum upp til 5,6% vol..
Samstundis er tað loyvt at innflyta rúsdrekka heilt upp til 60% vol..
Tað er ongin orsøk til, at tað ikki skal vera loyvt at framleiða tað sama sum tað er loyvt at innflyta.
Tí vil hesin bólkur gera vart við, at vit vilja, at tað eftir núverandi lóggávu í framtíðini verður loyvt at framleiða og selja alt tað rúsdrekka í Føroyum, sum eisini er loyvið at innflyta til Føroyar.?










