Keypa nógv á internetinum

Í fjør keyptu danir fyri níggju milliardir krónur á internetinum frá handlum uttan fyri danska markið, og serkøn hjá Dansk Erhverv vænta, at um átta ár fara danir at keypa fyri 22 milliardir krónur um árið frá útlendskum internethandlum.

Annette Falberg hjá Danske Internethandlere sigur, at danir keypa serliga klæðir, bøkur, elektroniskar vørur og telduspøl. Og eftir hennara tykki er tað ikki av tilvild, at fólk keypa so nógv frá útlendskum internethandlum.

-41 prosent siga, at tey spara pengar við at keypa frá útlendskum internethandlum, og 29 prosent siga, at tey noyðast at fara til útlendskar internethandlar fyri at fáa tær vørurnar, sum tey vilja hava, sigur Annette Falberg.

Hon sigur, at í dag eru tað serliga tey ungu, sum brúka internetið at keypa við, men at onnur fara at gera tað sama í komandi árum.