vísti tað seg, at spønir vóru komnar í motoroljuna. Teir noyddust at gevast at fiska, og 1. juni kom skipið aftur á Havnina. Klárt at loysa Á Tórshavnar Skipasmiðju hava teir arbeitt við at loysa trupul [...] spønir, og nú halda teir, at klárt er aftur at loysa. Á reiðarínum siga tey, at Enniberg skuldi á ein royndartúr í gjár fyri at vita, um alt var í lagi, og síðan var ætlanin at loysa og leggja leiðina aftur [...] kemur aftur, verður aftur farið í Barentshavið at royna. Á skrivstovuni siga tey, at væl av kongafiski var at fáa í Irmingarhavinum, tá ið teir noyddust at bróta túrin av, men nú frættist frá slakari fiskiskapi
samtykt at lýsa til sølu. Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at fólkatalið á Tvøroyri er aftur fallið eitt lítið sindur og at býráðið fegið vil hava fólk at seta búgv á Tvøroyri. Hann sigur, at tískil [...] grundstykki Tvøroyri: Tvøroyrar Býráð roynir tað, hon kann, fyri at fáa fólk at búsetast á Tvøroyri. Sum eitt lið í hesum, hevur býráðið nú samtykt at lýsa nøkur grundstykki til sølu. Kommunan eigur eini 8-10 [...] býráðið samtykt at selja hesi 8 - 10 grundstykkini fyri sera, sera lagaligar prísir, sum hann tekur til. Nakað tal vil hann kortini ikki nevna. Hann heldur ikki, at kommunan missur nakað við at selja grundstykkini
samtakinum, og at teir eisini hava møguleika at keypa seg inn aftur í tann partin teir ikki vórðu við til at bora. Hann viðgongur, at tað kann gerast kostnaðarmikið. ?Vit eru bodnir at koma við aftur, [...] Chris Carter sigur, at BG hevur fleiri boriætlanir í ár og í næsta ár, og tað var eisini út frá hesi støðu, at teir valdu ikki at vera við til at bora longur niður. Hann sigur annars, at teir eru sera fegnir [...] Tá avgjørt varð at fara longur niður gjørdu vit av ikki at vera við. Tað var ein innanhýsis avgerð, sum bygdi á metingar okkara av útlitinum at finna nakað. Umboðsmaðurin hjá BG sigur, at teir enn eru við
hann, at tað ikki er serliga lætt at fáa allar tær kvoturnar, sum teir ynskja sær. Hann vísir á, at rækjuskipini hava fingið nýggjar møguleikar, eitt nú í Grønlandi, har tað er vorðið møguligt at keypa [...] landsstýrismaður, kennir til, at rækjuskipini eru illa fyri í løtuni, og samstundis eisini hava verið rættiliga illa fyri í longri tíð. Hann vísir á, at teir hava roynt at fáa til vega so góð kvotarættindi [...] leggur áherðslu á, at teir royna at skapa góðar karmar fyri rækjuskipini, men beinleiðis studningur er ikki nøkur gongd leið. Gongdin í nýtiárunum hevur eisini verið beint ímóti at veita nakað slag av
ikki so, at tað fer at bila nakað fyri karm. Ættin verður útsynningur, og hann væntar, at ólavsøkudagur helst fer at vera heldur lagaligari til vind enn ólavøskuaftan. So hann er ikki bangin fyri at fara í [...] føroyskan dans í Sjónleikarhúsinum. Hann heldur ikki, at hann fer at dansa eftir felagssangin á Vaglinum, sigur hann og vísir á, at tað er einki stuttligt at dansa millum glaspetti og annað órudd á asfaltinum [...] eystan fyri skotland, men Petur Skeel væntar kortini ikki, at ta fer at órógva okkum nakað serligt á ólavsøku. Kortini er nakað tíðliga enn at siga heilt nágreiniliga, hvussu veðrið verður seinnu helvt
at Arbeiðsgevarafelagið er farið í fjølmiðlarnar við brævinum er tekin um, at fútin og løgregla tæna arbeiðsgevarasíðuni, tá fakfeløg royna at vinna limum sínum sømulig kor. - Hetta, at løgreglan tænir [...] Arbeiðarafelag vísir á, at tey høvdu fleiri dømi um, at ymiskt fór fram undir verkfallinum í 2001, sum ikki eigur at koma fyri í einum rættarsamfelag, men danska løgmálaráðið helt einki vera at seta fingurin á [...] Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, at ilt er ikki at lesa ímillum reglurnar, at Arbeiðsgevarafelagið aftur hesaferð vil hava løgreglu og fútan at leggja seg út í verkfallið, sum er lógligt, leggja
fundurin fer at snúgva seg um, men hann er vísur í, at tey fara at tosa um henda trupulleikan. - Vit eru tveir partar, býráðið og vit, men eg haldi, at vit sita á somu megin borðið og royna at loysa eina [...] har tað stóð, at reglugerðin, tá tað kemur til dans í høllini er broytt. Ikki er loyvt longur at hava dans longri enn til klokkan tvey. Hetta hevur so ført við sær, at tey sum plaga at skipa fyri dansi [...] annað, svarar Mark, at tað kann gott vera, men so skal tað vera kring landið. - Tað nyttar onki, at tað bert verður ásett við lóg í Badmintonhøllini, at tað ikki skal verða loyvt at hava dans longri enn
javnstøðuráðnum, sigur, at kvinnur verða mettar sum sjálvsstøðugir persónar í dag, og tí heldur hon, at giftar kvinnur eiga at fáa upplýsingar um síni viðurskifti uttan at nýtast at upplýsa persónstalið hjá [...] fongslini hava so nógvar fangar sitandi, at nógv, sum verða dømd inn at sita, noyðast ella kanska rættari sagt sleppa at bíða í langa tíð eftir einum kliva at sita í. Sum er verða bara fólk, ið fáa dóm [...] fólk, sum eru dømd fyri rúsdrekkakoyring, innbrot o. a. noyðast at bíða eftir plássi. Lene Espersen, løgmálaráðharri sigur, at stjórnin fer at játta fongsulsverkinum meiri pengar næsta ár, men hon hevur einki
ansa eftir at man sum ráðharri ikki skapar órógv í einari vinnu, og tí er tað ikki serliga heppið at familju- og trivnaðarmálaráðharrin úttalar seg um at bryggjaríini áttu at mist rættin at selt øl til [...] Djurholm er varugur við, at allir ráðharrar hava sín fulla rætt til at úttala seg um málsøkini hjá hvørjum øðrum, og at Bill Justinussen sum ráðharri við trivnaðarmálum hevur eitt orð at siga um rúsdrekkalóggávuna [...] ætlanir um at broyta nakað, tí lógin frá 1992 hevur víst seg at liva fult upp til endamál sítt, sigur vinnumálaráðharrin. Bjarni Djurholm vísir á, at hagtøl frá Rúsdrekka & Narkotikaráðnum vísa, at samlaða
i. Hildið verður, at navn hennara fer at gera, at nógv fólk fara at hyggja at framsýningini. Smugla dýr Djóragarðurin í Bergen hevur fingið boð um at avlíva sjey dýr. Orsøkin er, at djóragarðurin hevur [...] Orsøkin til, at serliga teir donsku ES-politikararnir hava so stóran áhuga í málinum, er, at tað var ein danskur ES-embætismaður, sum gjørdi uppskotið um at endurskoða fiskivinnupolitikkin, og at embætismaðurin [...] fingið innbjóðing til at taka lut í einari listaframsýning í býnum Posgrunn. Framsýningin, sum verður í næsta mánað, ber heitið "Frælsi". Verjin hjá Veronicu sigur, at hon er sinnað at taka lut í framsýningini