Fiskivinna
Flakatrolarin, Enniberg, hevur verið ein túr eystanfyri í ár. Skipari var Sonny Johannesen, sum plagar at føra skipið eystanfyri, og hesin túrurin var hampiliga góður.
16. apríl fór trolarin í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski, men nakað fyri 1. juni, tá ið túrurin var umleið hálvrunnin, vísti tað seg, at spønir vóru komnar í motoroljuna. Teir noyddust at gevast at fiska, og 1. juni kom skipið aftur á Havnina.
Klárt at loysa
Á Tórshavnar Skipasmiðju hava teir arbeitt við at loysa trupulleikarnar; oljan er tappað av, maskinan er reinsað fyri spønir, og nú halda teir, at klárt er aftur at loysa.
Á reiðarínum siga tey, at Enniberg skuldi á ein royndartúr í gjár fyri at vita, um alt var í lagi, og síðan var ætlanin at loysa og leggja leiðina aftur í Irmingarhavið.
Skipari á túrinum í Irmingarhavinum hevur verið Jógvan Líggjas Gregersen, og manningin telir 27 mans.
Sami túrur
Á reiðarínum siga tey, at nú lagt verður útaftur á hav, verður hetta í framhaldi av túrinum, sum byrjaði, 16. apríl, og manningin verður hin sama.
- Vit vænta, at Enniberg verður í Irmingarhavinum ein til hálvan annan mánaða aftrat. Tá ið túrurin er av, og skipið kemur aftur, verður aftur farið í Barentshavið at royna.
Á skrivstovuni siga tey, at væl av kongafiski var at fáa í Irmingarhavinum, tá ið teir noyddust at bróta túrin av, men nú frættist frá slakari fiskiskapi aftur.
Umborð á Ennibergi verður kongafiskurin skráskorin.