Vinna
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, kennir til, at rækjuskipini eru illa fyri í løtuni, og samstundis eisini hava verið rættiliga illa fyri í longri tíð.
Hann vísir á, at teir hava roynt at fáa til vega so góð kvotarættindi sum møguligt. Samstundis ásannar hann, at tað ikki er serliga lætt at fáa allar tær kvoturnar, sum teir ynskja sær.
Hann vísir á, at rækjuskipini hava fingið nýggjar møguleikar, eitt nú í Grønlandi, har tað er vorðið møguligt at keypa fiskirættindi. Hann vísir somuleiðis á, at teir hava roynt at samrátt seg til fiskirættindi undir Grønlandi, men tað hevur ikki eydnast higartil. Føroyingar eiga í løtuni eina kvotu undir Grønlandi, men hon er fingin til vega gjøgnum eina avtalu við ES.
Jørgen Niclasen leggur áherðslu á, at teir royna at skapa góðar karmar fyri rækjuskipini, men beinleiðis studningur er ikki nøkur gongd leið. Gongdin í nýtiárunum hevur eisini verið beint ímóti at veita nakað slag av almennan studningi.
Hann heldur ikki, at loysnin skal vera gjøgnum FAS-skipanina, tá ið hetta ikki einans vil vera fyri rækjuskip.
Sum heild tykist tað sum um, at Jørgen Niclasen sær rættiliga optimistiskt upp á støðuna.
-Tað virkar sum um, at onkur sær vinning í rækjuvinnuni, tá ið áhugin fyri bæði skipum og loyvum tykist at vera til staðar, sigur Jørgen Niclasen.
Hann vísir eisini á, at enn liggur einki uppskot á borðinum hjá honum, um at koma rækjuflotanum til hjálpar.










