Hampiligt ólavsøkuveður

Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður, væntar ikki, at neyðugt verður við oljuklæðum ella regnskjóli á ólavsøku. Okkurt ælið væntar hann kortini

Ólavsøkuveðrið veðru hampiligt, væntar veðurmaðurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen.
Eitt sindur ósamdar eru veðurstovurnar um eitt lágtrýst, sum er eystan fyri skotland, men Petur Skeel væntar kortini ikki, at ta fer at órógva okkum nakað serligt á ólavsøku. Kortini er nakað tíðliga enn at siga heilt nágreiniliga, hvussu veðrið verður seinnu helvt av hátíðini, heldur hann.
Um ættina sigur Petur Skeel, at tað verður frískur vindur av útsynningi. Tað skuldi verið góð ætt til kappróðurin. Tað verður undan hjá bátunum undan Argjahøvda fram við molanum.
Veðurmaðurin væntar nakað av sól við onkrum ælingi inn ímillum. Kortini ikki so, at tað fer at bila nakað fyri karm. Ættin verður útsynningur, og hann væntar, at ólavsøkudagur helst fer at vera heldur lagaligari til vind enn ólavøskuaftan. So hann er ikki bangin fyri at fara í føroyska búnan.
Sjálvur fer Petur Skell at halda seg nakað væl innandura á ólavsøku, sigur hann. Ikki orsakað av veðri, men tí hann ætlar sær at dansa. Føroyskan dans.
Ólavsøkuaftan fer hann at skipa Ormin Langa eftir fólkafundin á Háskúlanum, og bæði kvøldini ætlar hann sær í føroyskan dans í Sjónleikarhúsinum.
Hann heldur ikki, at hann fer at dansa eftir felagssangin á Vaglinum, sigur hann og vísir á, at tað er einki stuttligt at dansa millum glaspetti og annað órudd á asfaltinum har niðri.
Annars ætlar veðurmaðurin sær at vera hjástaddur, tá ólavsøkan verður sett, og kappróðurin ætlar hann eisini at síggja, sigur hann.