Herfyri varð eitt skriv sent frá Tórshavnar kommunu til Badmintonfelagið og fyrireikararnar av dansi, har tað stóð, at reglugerðin, tá tað kemur til dans í høllini er broytt. Ikki er loyvt longur at hava dans longri enn til klokkan tvey.
Hetta hevur so ført við sær, at tey sum plaga at skipa fyri dansi í høllini, fyribils hava lagt tað á hillina.
Mark Joensen, ein av fyrireikarunum, sigur, at tað ber stutt sagt ikki til at hava dans bara til klokkan tvey, tí ofta koma fólk so seint út, at tað loysir seg ikki.
Spurdur um ikki tað skal ein hugburðsbroyting til heldur enn nakað annað, svarar Mark, at tað kann gott vera, men so skal tað vera kring landið.
- Tað nyttar onki, at tað bert verður ásett við lóg í Badmintonhøllini, at tað ikki skal verða loyvt at hava dans longri enn til klokkan tvey, tað má verða kring landið, heldur Mark.
Í vikuni fer Mark á fund við býráðið. Hann er ikki greiður yvir, hvat fundurin fer at snúgva seg um, men hann er vísur í, at tey fara at tosa um henda trupulleikan.
- Vit eru tveir partar, býráðið og vit, men eg haldi, at vit sita á somu megin borðið og royna at loysa eina uppgávu, sigur Mark.
Hann ímyndar sær, at tað møguliga kann fara at verða talan um dans fyri teimum ungu við longri millumbilum. Men tað veit hann, sum sagt, ikki við vissu.