- Hetta váttar bert illgruna okkara um, at fútin og løgreglan ganga ørindi arbeiðsgevarana, verður sagt á Føroya Arbeiðarafelag.
- Brævið hava teir óivað fingið av fútaskrivstovuni, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Har verður mett, at tað at Arbeiðsgevarafelagið er farið í fjølmiðlarnar við brævinum er tekin um, at fútin og løgregla tæna arbeiðsgevarasíðuni, tá fakfeløg royna at vinna limum sínum sømulig kor.
- Hetta, at løgreglan tænir teimum, sum hava valdið í samfelagnum, er einki nýtt, tí somu royndir hava fakfeløg í grannalondunum, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Eingin kanning
Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at tey høvdu fleiri dømi um, at ymiskt fór fram undir verkfallinum í 2001, sum ikki eigur at koma fyri í einum rættarsamfelag, men danska løgmálaráðið helt einki vera at seta fingurin á, grundað á frágreiðing frá løgregluni, ið ikki metti, at nakað skeivt varð gjørt.
- Hvussu kunnu vit vænta annað, tá løgreglan skal kanna seg sjálva?, spyr Føroya Arbeiðarafelag.
Løgreglan leggja upp í
Í skrivi siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, at ilt er ikki at lesa ímillum reglurnar, at Arbeiðsgevarafelagið aftur hesaferð vil hava løgreglu og fútan at leggja seg út í verkfallið, sum er lógligt, leggja feløgini dent á.
- Vit skulu tó gera bæði Arbeiðsgevarafelagnum og fútanum greitt, at vit ætla ikki at lata okkum ræða av beinleiðis og óbeinleiðis hóttanum teirra, siga Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag í svarskrivi til tíðindini um, at Arbeiðsgevarafelagið er farið í miðlarnar við skrivi frá løgmálaráðnum.