Oljufund
Chris Carter frá kunningardeildini hjá BG váttar fyri Sosialinum, at teir út frá handilsligum orsøkum ikki vildu vera við til at bora teir 300-400 metrarnar longur niður, tá Amerada Hess og Dong tók allan vágan á seg, boraðu longur niður og funnu olju og gass.
?Vit vóru við í boringini til málið, ið vit høvdu bundið okkum til. Tá avgjørt varð at fara longur niður gjørdu vit av ikki at vera við. Tað var ein innanhýsis avgerð, sum bygdi á metingar okkara av útlitinum at finna nakað. Umboðsmaðurin hjá BG sigur, at teir enn eru við í samtakinum, og at teir eisini hava møguleika at keypa seg inn aftur í tann partin teir ikki vórðu við til at bora. Hann viðgongur, at tað kann gerast kostnaðarmikið. ?Vit eru bodnir at koma við aftur, og vit eru førir fyri tí. Nú tosa við so um tað.
Chris Carter sigur, at BG hevur fleiri boriætlanir í ár og í næsta ár, og tað var eisini út frá hesi støðu, at teir valdu ikki at vera við til at bora longur niður. Hann sigur annars, at teir eru sera fegnir um úrslitið av boringini. ?Fundið, sum er gjørt, vísir, at kolvetni eru í undirgrundini, og hetta er sera áhugavert. Vit mugu nú gera støðuna upp. Vit eru framvegis sera áhugaðir í at vera við í leiting við Føroyar. Men tað er framvegis tíðliga í leitingini og nógv skal kannast og analyserast.