vildi verða við í landsstýrisarbeiðinum næstu árini. Røddir hava í døgunum frammanundan verið frammi um, at Jóannes Eidesgaard ikki ætlaði sær í landsstýrið, og hesum noktaði fráfarandi ikki fyri, tá hann [...] landsstýrismaður í fíggjarmálum, og tað var orsøkin til, at hann tók av. Fíggjarliga sær ikki líka gott út sum tað onkuntíð hevur gjørt, men í samgonguskjalinum stendur at fíggjarlógin ikki skal hava hall [...] kunnu ikki seta okkum í eina serstøðu og ikki bøta um tey viðurskiftini. Mann tosar nógv um við viðvarandi orku, so tað haldi eg vit fara at arbeiða nógv meira við, greiðir nýggja landsstýriskvinnan í in
tá framvegis hevði verið oddaliðið í deildini. Og heldur ikki í Havn slapp dómarin úr dystinum uttan mótmæli. Í øllum førum vildu vágbingar vera við, at HB átti ikki brotsspark, og at seinna málið hjá [...] hevði hald í hesum protestum. Alt kann henda í toppinum Hvussu er og ikki, so hava úrslitini enn einaferð lagt upp til ein tann mest spennandi endaspurtin í føroyskari fótbóltssøgu, har tað bæði í toppi og [...] Og so er tað altso slettis ikki óhugsandi, at ein javnleikur í grannauppgerðini kann senda gullið í føvningin á Skála. Í so máta tykist lykladysturin hjá Skála at vera á Eiði í næst seinasta umfarinum. Tó
aftur, og vónandi fer hetta eisini at henda í Føroyum. At enda ásannaði formaðurin í Róðrarsambandinum, at kappróður er í einum aldudali júst nú. Hann ivast tó ikki í, at gongdin hjá okkara tjóðarítrótt fer [...] kalla árliga, og feløgini hava lagt nógv fyri í teirra royndum at røkka einum góðum úrsliti í teimum ymsu bátaflokkunum. Um nakað er broytt frá í fjør til í ár, er ilt at meta um. Tað er tó ein sannroynd [...] , og tá hava tey ikki altíð yvirskot til rógvingina eisini, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum. Fyri fáum árum síðani byrjaðu manningarnar ikki at venja til kappróðrarárið fyrrenn í mars mánaði, meðan
Tú skalt ikki halda, at tú veitst meiri enn vit 6. Tú skalt ikki halda, at tú ert meiri enn vit 7. Tú skalt ikki halda, at nøkur nytta er í tær 8. Tú skalt ikki flenna at okkum 9. Tú skalt ikki halda, at [...] ?????????????? 1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað 2. Tú skalt ikki halda, at tú ert eins nógv og vit 3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit 4. Tú skalt ikki billa tær inn, at tú ert betri [...] at nakar leggur í teg 10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað. Størsta mistakið Anfinn Kallsberg framdi var, at hann var nakað. Hann var hin best umtókti løgmaðurin í nýggjari tíð. Eisini
fáar av í Føroyum heldur hon. - Fleiri av mínum vinfólkum búgva í Danmark, og hjá teimum liggur møguleikin at sleppa at royna seg í einum øðrvísi leikluti í til dømis eini sjónvarpslýsing ikki serliga [...] sjálvandi at fylla meir í tankunum, heldur Lív. Lív í frá byrjan Nú Lív hevur roynt seg sum vert í Jólagidd útihýsir hon als ikki møguleikanum fyri, at hon fer at royna seg sum sjónvarpsvert í onkri aðrari sending [...] sermerktur, tí tú skalt ikki spæla sjónleik, men tú ert allíkavæl ikki bara tú sjálv. Tað stuttligasta hevur verið at hava øll hesi børnini í sjónvarpsstovuni. Tey eru jú ikki von við tað, so tá vit skulu
eiðarar. Eg kann ikki ímynda mær annað, enn at tey høvdu fingið øll síni krøv ígjøgnum. Pedagogikkur Men aftur til hesi vælsignaðu kelidýr. Ágangurin er ikki bert frá børnunum. Nei, í greinum um børn kanst [...] eri ikki eg, sum havi ábyrgdina! Tíðin gongur, og dóttirin tosar ikki um annað enn hesa vælsignaðu kanin, sum hon fer at fáa, tá 8 vikur eru farnar. Við øllum snildum royni eg at spyrja, um tað ikki er [...] eitur hon Nikkinina. Sorrig og glæde Tíðin gongur, og alt kemur aftur í sína føstu legu. Kaninir eru ikki ófriðarlig kelidýr, so tað er ikki nakað at klaga um. Men "sorrig og glæde, de vandre til hobe" syngur
tankan um at vit ikki skuldu inn á onnur at liggja í øllum hesum hurlivasanum. Teir dagarnir sum komu eftur hesa náttina vóru ikki stuttligir, vit vóru sera skelkað og fyngu ikki svøvn í nógvar nætur. Telefonin [...] men so at siga alt fór í ræðuligu flamminum. At vit øll sluppu út á lívi, var ótrúligt. Ein maður stóð í túninum og bjóðaði okkum eini hús at vera í og segði at vit skuldu ikki stúra fyri jólinum, hann [...] av menniskjum móti okkum í okkara svárastu sorg. Hjartaliga takka vit tykkum øllum fyri tað tit gjørdu fyri okkum hesar dagarnar og í tíðini sum kom. Tað stórsinni sum liggur í føroyinginum skal man leita
fyri nøkrum nýggjum, og tá vil eg ikki vera tann, sum sigur kortanei. Tvørturímóti. -Er ikki vandi fyri, at teir sambandsku veljararnir í Javnaðarflokkinum rýma yvir í Sambandsflokkin, tá ein so markant [...] limagjald. Í grein í Dimmalætting verður skrivað, at er man komin upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum, so hevur man frítt pass inn á valevnislistan, so er man automatiskt valevni. -Hetta er ikki rætt. Við [...] ein politikari, sum hevur verið virkin í einum øðrum flokki og í landsstýrinum, nú ynskir at blíva partur av Javnaðarflokkinum? -Tað er ein sera løgin støða at koma í, eisini sum floksformaður. Tí hann hevur
verður 70 ár í 2042. – Men 70 ár í 2042 og 69,5 í 2045, hvussu nógv fólk eru í klemmu tá? Hvussu nógv eru tað, sum verða trýst at arbeiða longur? Men tað vistu politikararnir heldur ikki at svara uppá [...] Olsen, formaður í Lærarafelagnum vísir á, at landið við hesum fremur stórar broytingar fyri fólk. – Eg sleppi ikki framat míni egnu eginpensón, eg fái ikki fólkapensjón og eg fái ikki samhaldsfasta. Hetta [...] teir ikki hóming av. – Eg spurdi, hvussu stóran mun tað hevði gjørt fyri haldføri, um vit fylgdu galdandi lóg, sum leggur upp til, at pensjónsaldurin verður 69 ár í 2040 og 69,5 í 2045 og 70 ár í 2050
Djurhuus Magnussen Í einum horni í salinum í Føroyahúsinum standa fimm kvinnur. Visti tú ikki betur, so helt tú allar fimm vera av arabiskum uppruna. Turriklæðið væl vundið um hárið, og í síðum kápum. Einasta [...] - Eg gekk bæði í kirkju og á møti í uppvøkstrinum. Og tá undraði tað meg mangan, at ápostlarnir í Bíbliuni skuldu siga so nógv ymiskt. Næstan mótsigandi. Í Koranini er meira samanhangur í tí heila. Alt [...] hava t.d. sama gud. Allah í koranini og Gud í bíbliuni er nevniliga ein og sami Gudur. Tað er bara heitið Allah, ið skilir. Fleiri av profetunum í Bíbliuni eru eisini teir somu sum í koranini, vísir Amina