Jólagidd er á skránni. Hvørt kvøld fáa vit blíða vertin inn í stovuna, har børnini sita púra hugtikin og bíða spent eftir, hvat Lív fer at finna uppá í kvøld. Lív er fitt, ongin ivi um tað, og so er hon altíð so góð við vættrarnar Goffa og Pjøppa. Røsk er hon eisini. Bara 16 ár og stendur har púra einsamøll og fær alt at rigga so væl
Lív flennir.
- Jú, eg havi fingið nógvar stuttliga viðmerkingar til Jólagidd, men hatta við, at eg eri 16 ár, passar also ikki. Eg eri 22 ár, gangi á Læraraskúlanum í Havn, geri fimleik í frítíðini og búgvi á Saltnesi. Og so dámar mær serliga væl at sleppa at royna okkurt nýtt, so tá eg hoyrdi, at tey søktu eftir einum verti til Jólagidd, fekk eg ikki hildið mær. Ein sovorðan møguleika fært tú ikki hvønn dag, sigur Lív, sum skjótt fann út av, at hon avgjørt ikki var tann einasta, sum ætlaði at royna seg frammanfyri upptøkutólinum.
Av teimum 28, sum søktu, komu 9 til upptøkuroynd. Tá túrurin kom til Lív, fekk hon ikki so nógv annað at vita, enn at hon bara skuldi vera, sum hon plagdi, og so annars gera tað, hon fekk boð um í oyrasnigilinum.
- Tað var also lættari sagt enn gjørt, tí har vóru so nógv fólk, og 100 ting hendu í senn, samstundis sum onkur allatíðina gav onkur nýggj boð í hasum oyrasniglinum. Aftaná fimm minuttir føldi eg tað, sum eg skuldi minnast 10.000 ymisk ting og var trill í ørviti, men tað var nokk eisini meiningin, flennir Lívi, sum ikki hevði hóming av, hvussu tað hevði gingið, tá alt var yvirstaðið. Men okkurt man hava gingið, sum tað skuldi, tí nakrar dagar seinni fekk Lív at vita, at hon var vald at vera vertur í Jólagidd.
Umaftur og umaftur
Sjálvt um Jólagidd er ein barnasending, hava tey flestu nokk sæð onkran av pørtunum. Og tað heldur Lív kemst av, at sendingin inniheldir so nógv ymiskt. Umframt jólakalendaran, er ein filmstáttur, sjónleikur, vættrarnir Goffi Og Pjøppa og ikki at gloyma ta vælumtóktu Karokeekappingina fyri børn.
- Mín leiklutur í øllum hesum er at fáa tey ymsu innsløgini at hanga saman, og so sjálvandi at fáa samband við tey, sum sita og hyggja. Uppá tann mátan er leikluturin sum vertur nokkso sermerktur, tí tú skalt ikki spæla sjónleik, men tú ert allíkavæl ikki bara tú sjálv. Tað stuttligasta hevur verið at hava øll hesi børnini í sjónvarpsstovuni. Tey eru jú ikki von við tað, so tá vit skulu taka okkurt upp umaftur og umaftur, hava tey ofta hildið, at tey skuldu finna uppá okkurt nýtt at siga og ikki bara standa og siga tað sama eina ferð afturat. So eg og børnini hava flent ótrúliga nógv hesar vikurnar. Og eg sjálv havi í øllum førum lært, at tað at gera sjónvarp sær rættiliga nógv lættari út, enn tað er í veruleikanum, sigur Lív.
Fínur møguleiki
Tá Lív gjørdi av at royna seg sum vert í Jólagidd, var tað mest fyri at sleppa at royna seg sjálva í einum leikluti, hon ongantíð hevð roynt fyrr. Slíkar møguleikar hava ung fólk alt ov fáar av í Føroyum heldur hon.
- Fleiri av mínum vinfólkum búgva í Danmark, og hjá teimum liggur møguleikin at sleppa at royna seg í einum øðrvísi leikluti í til dømis eini sjónvarpslýsing ikki serliga langt burtur. Ella tey luttaka í onkrum spennandi ítróttargreinum ella frítíðarvirksemi, sum vit bara hava hoyrt um í Føroyum. Fyri meg snýr hetta seg ikki um at blíva kend, sum onkur kanska heldur, men heldur um at royna at vita, hvat eg dugi. Og tað finnur tú bara út av, við at royna tað.
Lív er annars ikki heilt samd við teimum, sum siga, at børn og ung í dag eru nógv meir upptikin av at blíva kend, enn tey vóru fyrr.
- Tá eg var lítil, stóðu vit jú eisini og hermdu eftir Kirsten og Søren og droymdu um at vinna Grand Prix og blíva kend. Og eg ivst ikki í, at tey sum eru eldri enn eg, eisini hava staðið frammanfyri speglinum og hermt eftir sínum fyrimyndum. Munurin er bara, at ung í dag hava heilt aðrar møguleikar at gera álvara av dreyminum, og tá kemur hann sjálvandi at fylla meir í tankunum, heldur Lív.
Lív í frá byrjan
Nú Lív hevur roynt seg sum vert í Jólagidd útihýsir hon als ikki møguleikanum fyri, at hon fer at royna seg sum sjónvarpsvert í onkri aðrari sending, um hon aftur fær møguleikan.
- Tað fer tíðin at vísa, men tað kundi verið spennandi. Í fyrsta umfari fari eg at gera mína útbúgving lidna og royna meg sum lærara í fólkaskúlanum. Tað gleði eg meg til, tí lærarastarvið er so fjølbroytt, við tað at tú fær roynt teg innan so nógv ymisk fakøki, bæði tey bókligu og tey skapandi. Og so dámar mær serliga væl at vera við til at fáa okkurt at henda og vil helst síggja onkur úrslit. Uppá tann mátan hevur tað passað mær fínt at verið við í Jólagidd, tí har hevur verið lív í frá byrjan til endan, og ongin dagur hevur verið líka. Tað hevur verið rættiliga strævið, men tað ger onki, tí sum heild eru vit nøgd við úrslitið. Og tað eru vit sjálvandi, tí børnini dáma sendingina, tí uttan tey var ongin sending, sigur verturin í Jólagidd.