Kappróður í einum aldudali

Bert 39 manningar vóru við í fyrsta róðrinum á árinum, og tveir av róðrunum høvdu bert umboðan av tveimum bátsmanningum. Hetta tykist ikki vera ein góð gongd fyri okkara tjóðarítrótt

Alt tað vit minnast hava føroyingar róð kapp við hjartans hugi. Kappróðurin hevur verið og er enn okkara tjóðarítrótt, og áhugin millum ung sum gomul kring landið hevur altíð verið ovurhonds stórur.

Eisini síðstu árini hevur áhugin verið stórur. Nógvir nýggir bátar eru blivnir bygdir at kalla árliga, og feløgini hava lagt nógv fyri í teirra royndum at røkka einum góðum úrsliti í teimum ymsu bátaflokkunum.

Um nakað er broytt frá í fjør til í ár, er ilt at meta um. Tað er tó ein sannroynd, at áhugin fyri kappróðri tykist vera minkaður óvanliga nógv. Tá ið fyrsti róðurin á árinum fór av bakkastokki á Norðoyastevnuni í Klaksvík leygardagin, høvdu bert 43 bátar boðað frá luttøku, og tá alt komu til stykkis vóru tað bert 39 bátsmanningar, sum tóku lut í kappingini á Norðoyastevnuni. Í tveimum av róðrunum vóru harafturat bert tvær bátsmanningar við, og hetta tykist ikki vera nøkur góð gongd fyri okkara annars so vælumtókta tjóðarítrótt.

Vit hava tikið eitt prát við formannin í Róðrarsamband Føroya, Jan Herman Hansen, um kappróðurin í dag og lítlu undirtøkuna, sum hann hevði á Norðoyastevnuni.


Áhugin minkar í Oyggjaleikaári

Jan Herman Hansen ásannar eisini, at lága manningatalið á Norðoyastevnu er ógvuliga óheppið, og at hetta ikki er ein góð gongd fyri kappróðurin. Hann sigur tó, at áhugin fyri kappróðri í Føroyum er ikki eins stórur tey árini, tá ið Oyggjaleikirnir eru á skránni.

- Tað er eingin ivi um, at tað er óheppið bert at hava 39 bátsmanningar við til fyrsta róðurin á árinum. Eg meti tó, at tað er eitt samanspæl av nógvum tingum sum gera, at áhugin ikki er so stórur í ár.

- Tað vísir seg ofta, at áhugin ikki er eins stórur millum rógvararnar tey árini, tá ið Oyggjaleikirnir eru á skránni. Fleiri skulu taka lut á leikunum, meðan onnur ætla sær við sum áskoðarar. Harafturat eru nógv her á landi, sum íðka aðrar krevjandi ítróttargreinar, og tá hava tey ikki altíð yvirskot til rógvingina eisini, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum.

Fyri fáum árum síðani byrjaðu manningarnar ikki at venja til kappróðrarárið fyrrenn í mars mánaði, meðan bátarnir blivu flotaðir á flaggdegnum. Tá var tað ikki so krevjandi at rógva, sum tað er í dag. Nú eru fleiri av manningunum kring landið í gongd alt árið, og báturin verður flotaður tíðliga á árinum. Jan Herman heldur, at hetta eisini kann vera ein orsøk til manglandi undirtøkuna.

- Ja, ein orsøk til lágu undirtøkuna kann sjálvsagt vera, at kappingin er blivin nógv meir krevjandi. Mannignarnar venja nógv meir í dag, og hetta orka fleiri av rógvarunum ikki at gera í fleiri ár, sigur Jan Herman.


Einki verður niðurlagt

Tað, sum helst var mest óheppið við kappróðrinum á Norðoyastevnu, var, at í tveimum at bátaflokkunum vóru bert tveir bátar við. Hetta gjørdi hesar róðrar rættiliga lítið áhugaverdar, og teir blivu heilt víst ikki meir spennandi av, at munurin í hesum róðrunum var risastórur á teimum báðum bátunum, sum tóku lut.

Tað vóru eisini fólk á havnarlagnum við áhuga fyri kappróðri, sum tosaðu um, at hetta bar altso ikki til at hava bert tveir bátar við í einum róðri.

Jan Herman Hansen ásannar eisini, at tað er ógvuliga keðiligt, at bert tveir bátar vóru við í tveimum av róðrunum, men hann vil ikki hoyra talan um, at hesir róðrar vera niðurlagdir.

- Tað er keðiligt og óheppið, at bert tveir bátar eru við í einari kapping, men so leingi sum tað eru tveir bátar, so koyra vit víðari, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum.


Inniróður tikið fleiri rógvarar

Ein av heilt stóru grundunum til, at áhugin er so lítil fyri kappróðri, er inniróðurin. Inniróður er ein ítróttargrein, sum hevur vundið nógv uppá seg seinasta árið, og nógvir av føroysku rógvarunum hava valt at royna seg í hesi greinini.

Jan Herman heldur eisini, at inniróðurin hevur tikið ein part av rógvarunum til sín.

- Inniróður er væl dámt millum føroysku rógvararnar júst nú. Tað er eingin ivi um, at henda greinin er við til minka um áhugan fyri kappróðri, tí tað eru so nógv sum royna seg í júst inniróðri.

- Henda greinin er serliga væl dámd millum ungar menn ella dreingir. Her sleppa teir at kappast einsamallir ímóti øðrum rógvarum, og teirra úrslit er ikki ávirkað av nøkrum øðrum, tí hetta er ein ítrótt fyri einstaklingar, sigur Jan Herman.

Hann er tó vísur í, at rógvarar, sum eru farnir yvir til inniróður, fara at koma aftur til kappróðurin.

- Ja, eg vænti og vóni, at hesi fara at koma aftur til kappróðurin fyrr ella seinni. Tá inniróður kom fram í Danmark, var tað eitt ordiligt upplop í hesi grein. Øll royndu hetta, og úrslitið var, at áhugin um hetta mundi bleiv minni at rógva úti. So við og við vaks áhugin fyri kappróðri tó aftur, og vónandi fer hetta eisini at henda í Føroyum.

At enda ásannaði formaðurin í Róðrarsambandinum, at kappróður er í einum aldudali júst nú. Hann ivast tó ikki í, at gongdin hjá okkara tjóðarítrótt fer at venda.

- Luttakaratalið á Norðoyastevnuni var alt ov lágt, og hetta er sjálvsagt ikki gott fyri okkara tjóðarítrótt. Júst nú eru áhugin helst ov lítil millum rógvarar, men eg ivist ikki í, at gongdin fer at venda, og at áhugin fyri kappróðri aftur fer at vaksa.