Orð og myndir:
Grækaris Djurhuus Magnussen
Í einum horni í salinum í Føroyahúsinum standa fimm kvinnur. Visti tú ikki betur, so helt tú allar fimm vera av arabiskum uppruna. Turriklæðið væl vundið um hárið, og í síðum kápum. Einasta tú sært, eru andlitini. Og tey kunnu vera hvaðani tað skal vera. Aldurin kann vera alt millum tey tjúgu og fimmogfjøruti.
Sum tær standa og práta sínámillum, spakførar og heldur smædnar, roynir tú at síggja mun. Munin á teimum við veruligum arabiskum uppruna, og so teimum føroysku. Vónleyst. Ikki fyrr enn tríggjar teirra flyta seg úr fimmmanna bólkinum er greitt, at júst tær tríggjar eru føroyskar.
Men hví eru vit so skjót at halda, at munur er á fólki. Var tað ikki Jesus, sum segði: »latið øll fólkasløgini koma til mín«. Og tó; er ongin munur á fólkasløgum, so er munur á Jesusi ? í hvussu er uppfatanini av, hvør Jesus var. Munurin vísir seg millum annað í millum Koranina og Bíbliuna, millum islam og kristindóm.
Hetta vita føroysku muslimarnir, Anna Katrin Lamhauge, Amina Poulsen og Sólmai Johannesen, at siga okkum frá. Sjálvar eru tær - døtur Allah, aldar upp við kristindóminum, soleiðis sum vit kenna hann í Føroyum. Men børn teirra vilja tær ala upp við islam.
Giftar muslimskum monnum
Tær eru setstar við pallborðið. Framman fyri føroysku mannfjøldini, sum bíðar eftir byrjanini. Byrjanini til jammurin, sum tey vænta fer at koma aftan á spísku føroysku spurningarnar. Og spurningarnir koma eisini. Nógvir spurningar. Men ongin jammur.
-Vit vilja fegnar gera okkara til at fremja »forstáilsi« millum kristin og muslimar.
Ikki minst forstáilsi fyri islam, sum so mangan verður vent og snarað skeivan veg í fjølmiðlunum, leggur 32 ára gamla Amina Poulsen fyri.
Og javnaldrarnir, Sólmai Johannesen og Anna Katrin Lamhauge, taka undir.
- Tað eru so nógvir fordómar móti islam millum kristin, og
misskiljingarnar eru nógvar. Tað vilja vit fegnar gera okkara til at bøta um, halda tær fyri.
Amina Poulsen, ættað úr Havn, Sólmai Johannesen, úr Leirvík, og Anna Katrin Lamhauge, ættað av Glyvrum, hava nógv felags. Tær eru nøkunlunda javngamlar; tær eru føroyingar, tær høvdu allar ætlanir at fáa sær eina útbúgving, tær møttu allar muslimskum monnum, og í dag eru tær allar konverteraðar til islam. Ongin teirra hevur fingið sær útbúgving. Men tær hava tað gott.
Valdu familjuna framum
Sum so nógvar aðrar ungar kvinnur høvdu Amina, Anna Katrin og Sólmai sínar ætlanir fyri framman. Men mongum brestur ætlan.
Amina Poulsen helt læknavísindina vera spennandi, og gjørdi tí av royna ta leiðina. Hon søkti inn á læknalesturin, og slapp inn. Um sama mundið møtir hon einum ungum og spennandi manni úr Algeria. Hann er muslimur. Sunnimuslimur.
Amina ger av at fara at seta seg meira inn í islamsku trúnna, nú hon hevur møtt einum muslimskum manni. Hon byrjar at lesa Koranina, samstundis sum hon útvegar sær aðrar bøkur um islam. Tær eru spennandi, heldur hon. Seinni fær hon eisini hendur á nøkur videobond, og tey gera sítt til, at hon av álvara fer at umhugsa at lata seg venda um til islam. Og eitt hálvt ár eftir, at hon møtir manninum, konverterar Amina til islam. Uppaftur hálvt ár seinni giftast tey bæði.
- So skuldi eg velja, um eg vildi taka eina drúgva útbúgving, sum læknaútbúgvingin er, ella um eg skuldi velja familjuna framum. Eg valdi familjuna, sigur Amina Poulsen.
Síðani hevur Amina Poulsen gingið heima. Tey hava í dag trý børn.
Anna Katrin Lamhauge og Sólmai Johannesen møta eisini tveimum sunnimuslimum.
Teir eru báðir úr Tunis, og tey giftast. Men tær gera ikki so skjótt av sum Amina Poulsen, tá tað snýr seg um at konvertera til islam.
- Tað gingu nógv ár, áðrenn eg av álvara fór at seta meg inn í Koranina og islam. Í veruleikanum byrjaði tann áhugin ikki fyrr enn fleiri ár eftir, at eg møtti manninum, sigur Anna Katrin Lamhauge.
Og gongdin var nakað tann sama hjá Sólmai Johannesen. Tó, ein munur var kortini, at Sólmai og muslimski maður hennara búðu heima í Føroyum nøkur ár, áðrenn tey fluttu til Danmarkar.
Anna Katrin og Sólmai ætlaðu at útbúgva seg í Danmark. Til dømis hevði Anna Katrin í umbúna at lesa til sosialpedagog. Men eftir at tær giftust, gjørdu tær sum Amina: Tær valdu familjuna framum. Síðani hava tær verið heima hjá børnunum. Anna Katrin og maðurin hava fýra børn, og Sólmai og maður hennara hava eitt barn.
Koranin rúnarbant
Koranin hevur ivaleyst tað við sær, at setur tú teg fyrst við henni, so er ilt at sleppa henni aftur. Soleiðis var tað í hvussu er hjá Aminu, Sólmai og Onnu Katrin. Tær merktu Koranina tosa beinleiðis til teirra. Og tær gjørdust »bitnar« av islamisku trúnni. Her var nakað annað og meira, enn Bíblian kundi geva teimum.
- Tað var deiligt at síggja, hvussu nógv Koranin og Bíblian hava felags. Vit hava t.d. sama gud. Allah í koranini og Gud í bíbliuni er nevniliga ein og sami Gudur. Tað er bara heitið Allah, ið skilir. Fleiri av profetunum í Bíbliuni eru eisini teir somu sum í koranini, vísir Amina Poulsen á.
Men tær tríggjar funnu samstundis ting í Koranini, sum ikki eru at finna í Bíbliuni. Og fyri tær var púra greitt, at Koranin var tann sanna og rætta ?Bíblian?.
Jesus var bara profetur
Amina Poulsen, Anna Katrin Lamhauge og Sólmai Johannesen eru sannførdar um, at Jesus ikki er ella var sonur Guds. Hann var sonur Mariu. Og sum ein vanligur profetur kann Jesus á ongan hátt setast upp á síðuna av Gudi ? av Allah.
( Allah (Gud) er einastandandi. Ongin kann setast upp á síðuna av honum. Hann er oman fyri alt. Tí ber ikki til at siga, sum kristin gera tað, at vit menniskju er skapað í Guds mynd ? í Guds bílæti. Sjálvandi eru vit ikki tað. Vit hava ongan rætt at samanbera okkum við Allah. Allah er bara ein, og har er also ongin sonur, sigur Anna Katrin Lamhauge.
Sostatt venda tær tríggjar eisini Trýeinigheitini bakið. Tosið millum kristin um Guð faðir, Guds son, og Heilaga andan hoyrir sambært koranini og islam ongastaðni heima.
- Eg gekk bæði í kirkju og á møti í uppvøkstrinum. Og tá undraði tað meg mangan, at ápostlarnir í Bíbliuni skuldu siga so nógv ymiskt. Næstan mótsigandi. Í Koranini er meira samanhangur í tí heila. Alt passar betur saman, heldur Sólmai Johannesen.
Ongin arvasynd
Millum trúgvandi kristin verður nógv tosað um arvasynd. Men hesum vísa muslimar aftur upp á tað harðasta, og vísa til orð Allah í Koranini. Sambært henni kann ongantíð vera talan um nakra arvasynd. Her hava Amina, Anna Katrin og Sólmai eisini sagt einum týdningarmiklum parti í kristindóminum farvæl.
- Tú kanst ikki arva eina synd. Ongin kann verða borin í heim sum syndari. Vit trúgva, í samsvari við Koranina, at øll børn eru frelst, longu frá fyrsta degi, tey eru borin í heim.
Eisini á øðrum økjum er islam í stríð við kristindóm. Islam hevur t.d. ikki tey 10-boðini. Í staðin hava tey fimm boð ? ella rættari ?fimm súlur?, sum tey rópa tað. Og súlurnar skulu yvirhaldast í tann mun, tað letur seg gera.
1.Trúarjáttanin hjá muslimum: ?Eg trúgvi á ongan annan Gud enn Allah, og at Mohammed er hansara sendiboð.?
2.Bønirnar til Allah ? minst fimm ferður um dagin.
3.Zakat: Tað er, at hvørt húski eina ferð árliga letur 2% av møguliga yvirskotinum í húsarhaldinum til illa stødd ? fólk í neyð. Ofta til illa staddar familjulimir.
4.Ramadan ? føstumánaðin: Ein mánað um árið skal fastast frá tí sólin rísur, til hon aftur setir. Tá skulu islamar hvørki eta, drekka, roykja ella tosa ilt um nakran.
5.Pílagrímsferðin til Mekka.
Tær tríggjar føroysku kvinnurnar, sum sita her í islamskum búna, eru sannførandi. Rætttrúgvandi muslimar. Umaftur og umaftur leggja tær dent á, hvussu høgt tær ganga upp í at halda tær ?fimm súlurnar?. Ikki minst at minnast tær fimm bønirnar til Allah um dagin. Leggja áherðslu á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri tær, at børn teirra verða ald upp í einum muslimskum heimi ? í muslimskum umhvørvi. Og hvussu nógv tær sjálvar gera fyri at halda trúnna, vitanina um islam, við líka.
- Vit ganga regluliga til fundir og undirvísing í islam. Og vit eru eisini regluliga í eini moské her í Keypmannahavn. Og sjálv haldi eg, at eg eri vorðin eitt betri menniskja, síðani eg vendi um til islamska trúgv, greiðir Anna Katrin Lamhauge frá.
Maðurin er høvdið í familjuni
Tær tríggjar meta vanliga fatan millum kristin vera, at muslimskar kvinnur verða kúgaðar. At tær liva sum í einum fongsli. Men soleiðis er tað bara ikki.
- Tað er rætt, at maðurin er høvdið í familjuni. Hann er hægstur, og hevur seinasta orðið. Tað er eisini í samsvari við Koranina. Men tá ið tað er sagt, skulu vit eisini leggja merki til, hvat Koranin sigur um kvinnuna, og um samstarvið millum mann og konu. Tað stendur nevniliga púra greitt í Koranini, at hóast maðurin hevur evsta vald og seinasta orðið, so er kvinnan ongantíð ogn hjá manninum. Kvinnan nýtist ikki at finna seg í øllum. Og er tað, maðurin ger, í stríð við Koranina, ja, so eiga vit snøgt sagt ikki at finna okkum í tí, sigur Amina Poulsen.
Hon vísir eisini á, at onkur heilt náttúrliga má hava evsta vald ? seinasta orðið.
- Allah er tann, sum hevur valdið á fólkinum, og sum kann stýra og hjálpa fólkinum. Eitt flogfar hevur eisini ein flogskipara, sum syrgir fyri, at flogfarið kemur trygt fram. Soleiðis kunnu vit so eisini siga um mannin í einum húski, heldur Amina Poulsen.
Nógv hevur verið frammi um, at serliga ungar gentur í muslimskum familjum verða útstoyttar, gera tær ikki júst sum foreldrini vilja. Til dømis um tær nokta at giftast manni, sum foreldrini vilja hava hana at gifta seg við. Hvat halda tit um tað?
- Jú, hatta hoyra vit mangan fyri. Eg kenni onki til hatta. Kann bara siga, at sambært Koranini er hasin framferðarhátturin skeivur. Koranin gevur tær ikki rætt at útstoyta børn og limir í familjuni annars. Heldur beint øvut. Koranin leggur upp til at verja familjuna, sigur Amina Poulsen.
Men hvat gert tú so tann dagin, dóttir tín ynskir at gerast kristin, also at venda aftur til tína barnatrúgv?
Tøgn. ?Ja, eg veit ikki rættiliga. Eg vil í hvussu er gera, hvat eg kann, fyri at sannføra hana um, at islam er tað einasta rætta. Eg fari alt lívið at gera mítt til, at børn míni skulu hava ein tryggan muslimskan uppvøkstur. So eg vóni ikki, at hasin spurningurin nakrantíð verður aktuellur?, sigur Amina Poulsen stillisliga.
Jú, men lat okkum nú ímynda okkum, at spurningurin verður aktuellur, hvat gert tú so?
?Ja, so noyðist eg at góðtaka avgerðina hjá dóttrini. Hvørki eg ella maðurin hava rætt at stoyta hana úr familjuni. Tað vilja vit heldur ikki?, sigur hon.
Bera turriklæði
Tað, sum vesturlendingar serliga tengja saman við islam og muslimar, er búnin, kvinnurnar ganga í. Serliga turriklæðið. Hóast verri enn so allar muslimskar kvinnur goyma hárið í turriklæði, so eru tað fyrst og fremst turrikløðini, ið eyðkenna tær.
Eisini hesar tríggjar føroysku muslimsku kvinnurnar ganga í turriklæði. Men hví er tað so umráðandi at goyma hárið?
Jú, tær tríggjar hava eisini greiða støðu til turriklæðið: - Tað er nú eina ferð soleiðis, at mannfólk stundum ganga við ljótum tankum. Goyma vit hárið, og annars lata vera við at ganga í kanska strammum buksum, sum tað er vanligt millum danir og føroyingar til dømis, ja, so verða menninir heldur ikki eggjaðir óneyðugt, siga tær.
Tær vísa eisini á, at turriklæðið byrgir upp fyri øvundsjúku millum kvinnur. Hetta, at nakrar kvinnur eru vakrari enn aðrar, kemur ikki so væl til sjóndar, tá hárið verður goymt. Og tað verður sanniliga gingið høgt upp í at goyma hárið. Eisini í heimunum hjá føroysku muslimunum.
- Vit kunnu t.d. ikki taka turriklæðið av, um mannfólk koma innar, sum ikki eru tætt slektaðir við okkum. Til dømis um tað ikki eru pápar og beiggjar okkara, vísa tær á.
Muslimskar kvinnur mugu heldur ikki vera í einrúmi við fremmandum monnum ? við monnum, sum tær ikki er tætt í ætt við. Maðurin skal eisini vera til staðar.
Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í Danmark um, at muslimskar kvinnur krevja at fáa loyvi at ganga í turriklæði til arbeiðis ? t.d. tá tær sita við kassan í handlum og øðrum avgreiðslum. Men er tað ikki eitt sindur nasadjarvt av eini fremmandari mentan at krevja sovorðið?
- Nei, tað halda vit slettis ikki. Mentanin er júst orsøkin til, at vit halda okkum hava krav upp á tað. Haraftrat eru lógirnar í Danmark soleiðis, at tú hevur ikki loyvi at gera mun á fólki. So eg haldi tað vera í fínasta lagi, at vit krevja at hava loyvi at ganga við turriklæði um høvdið til arbeiðis, sigur Amina Poulsen.
Familjan harmaðist
Anna Katrin Lamhauge, Sólmai Johannesen og Amina Poulsen viðganga, at tað var ikki bara sum at siga tað, at gerast muslimur. Føroysku familjur teirra harmaðust, og vinfólkini undraðust. Og tað broytir eisini gerandisdagin nógv.
- Heilt av sær sjálvum verður tað soleiðis, um tú vilt tað ella ikki, at tú verður minni úti millum tey, tú vart saman við fyrr. Tey halda ivaleyst, at vit ikki eru serliga spennandi at vera saman við sum muslimar. Vit kunnu jú ikki ganga í dans, vit kunnu ikki drekka, og liva á nógvar hættir nógv øðrvísi nú. So tað er rættiliga avmarkað, hvussu nógv vit koma saman við føroyingum, sigur Amina Poulsen.
Tær tríggjar fegnast tó um, at foreldur teirra ongantíð hava vent teimum bakið, og at tær framvegis hava gott samband við tey.