Karaktermorð í nýggjari tið 2:

Jantelógin og forroknilsi hjá Tjóðveldisflokkinum

Jón Ellendersen
???????????????????


1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað
2. Tú skalt ikki halda, at tú ert eins nógv og vit
3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit
4. Tú skalt ikki billa tær inn, at tú ert betri enn vit
5. Tú skalt ikki halda, at tú veitst meiri enn vit
6. Tú skalt ikki halda, at tú ert meiri enn vit
7. Tú skalt ikki halda, at nøkur nytta er í tær
8. Tú skalt ikki flenna at okkum
9. Tú skalt ikki halda, at nakar leggur í teg
10. Tú skalt ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað.

Størsta mistakið Anfinn Kallsberg framdi var, at hann var nakað. Hann var hin best umtókti løgmaðurin í nýggjari tíð. Eisini visti hann, vegna tað undirtøku hann fekk í fólkinum, at nakar legði í hann, og hann kundi við sínum diplomatisku evnum og framúrskarandi evnum sum samráðingarleiðari, læra okkum nakað.
Og tað var nóg mikið, alt ov nóg mikið, og tað m.a. førdi til, at Tjóðveldisflokkurin setti sær sum aðalmál at forkoma Anfinni Kallsberg. Nóg so heppið, kom bókin "Skjót Journalistin" út beint um somu tíð sum Tjóðveldisflokkurin "lat bumburnar falla".
Tað eyðnaðist at billa nærum øllum Føroya fólki inn, at í bókini vóru "nýggjar avdúkingar" um Frostgate málið, avdúkingar sum vóru so ógvusligar, at Øssur og Grækaris sóu seg noyddar at skriva bókina. Men har var einki nýtt, yvirhøvur einki. Málið hevði tá verið so ofta frammi, vent og snara, gjøgnumlýst og endavent, at einki var eftir, og tískil var tað "nýggja" í bókini gamalt; nakað, sum øll vistu frammanundan.

Ósekur fyri lógini og fólkinum
Men ein stórur partur av fólkinum trúði, at tey høvdu fingið nakað nýtt at vita, og knappliga gjørdist Frostgate málið nógv meiri álvarsamt enn tað hevði verið - hóast einki nýtt var í málinum. Fólkið, og politikararnir gloymdu, at ein maður, sum er kendur ósekur ella hevur "goldið sín straff", ella ein maður, sum hevur gjørt eina avtalu um endurgjald, upprættan o.sfr., og hevur fullført hetta, er at rokna sum ein ósekur maður. Tað sigur lógin. Altso: Anfinn Kallsberg var í lógarinnar eygum ósekur. Hin seki kundi tó veri grannskoðarin, sum handfór málið ógvuliga klossut. Men Anfinn kundi ikki longur roknast sum sekur.
Men Høgni Hoydal serliga, fekk fólkið at hoppa uppá, at hann sæt við einum sannleika um Annfinn, sum var so ræðuligur, at hann ikki longur kundi røkja starvið sum løgmaður. Men eins og bókin, hevði Høgni einki uttan tað, sum longu var komið fram, fleiri ár frammanundan, og tískil átti Høgni at veri so mikið at sær komin, at hann virdi hetta rættiliga grundleggjandi prinsippið í lógini: at ein maður, sum er kendur ósekur ella hevur "útstaðið sín straff", ella ein maður, sum hevur gjørt eina avtalu um endurgjald, upprættan o.sfr., og hevur fullført hetta, er at rokna sum ein ósekur maður.

Anfinn stjól bílætið
Sannleikin snúði seg ikki so nógv um tað, sum Anfinn framdi á Frost, men heldur meiri um, at Anfinn stjól "bílætið", hann var maðurin, fólkið vildi hava á pallinum. Høgni, saman við nøkrum tjóðveldispamparum, sá møguleikan fyri at fáa Anfinn niður við nakkanum, so Høgni sjálvur kundi gerast løgmaður, tí hann var jú varaløgmaður og átti sessin, um Anfinn varð noyddur frá. Tískil setti Tjóðveldisflokkurin Anfinni og Fólkaflokkinum trý alternativ, sum, og eg siteri Oddagrein í Dimmu 4. desember 2003: "Øll eru so at siga ein umbøn til løgmann um at fremja politiskt harakiri - sjálvmorð".
Men ístaðin fyri at fremja politisk sjálvmorð, sum ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum var, at Annfinn skuldi fremja, hevði hann ein 4. møguleika: At útskriva nýval, og á tann hátt kundi Annfinn forða fyri, at Tjóðveldisflokkurin fekk løgmann. Og tað var heilt skilligt, at tjóðveldismenn høvdu vantað, at Fólkaflokkurin fór at ofra Anfinn. Men teir forroknaðu seg og framdu ístaðin fyri eitt politiskt sjálvmorð. Tað vísti valið og samgongusamráðingarnar síðani.
Eisini tá tað kom til Føroya fólk høvdu tjóðveldismenn forrokna seg. Anfinn gjørdist enn meiri umtøktur, og í kanning fyri og kanning eftir, har fólk vóru spurd hvønn tey vildu hava sum løgmann eftir valið, var Annfinn sigursharrin og Høgni hin stóri taparin. Ikki so frægt sum tjóðveldisveljarar tóku undir við Høgna sum løgmansevni. Men Høgni legði doyðin á, at hann ongar ætlanir hevði at gerast løgmaður, og, legði hann afturat, tað var heldur ikki tað, fólkið ynskti.

Var tað tí, Høgni
Valið var tó ikki meiri enn av, fyrr enn Høgni bjóðaði seg fram sum løgmann, og so kunnu vit siga, at roknistykki gekk upp - ella rættari: Sirkulin endaði. Tað var løgmansstarvið, sum alla tíðina hevði verið drívmegin í karaktermorðinum av Anfinni Kallsberg.
Hóast bæði Høgni og aðrir tjóðveldismenn hava noktað fyri tí, so sakni eg enn eitt prógv fyri, at Skjót Journalistin einki hevði við ætlaninar hjá Høgna Hoydal at gerast løgmaður, tí væl sleit Anfinn samgonguna, men við teimum trimum alternativunum, Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin setti fram, hevði Anfinn einki annað í at velja enn at útskriva nýval. Men hetta kom sum sagt, sum eitt sjokk fyri tjóðveldismenn. Nú høvdu teir roknað við, at teir fingu løgmanssessin.

(framhald: Anfinn Kallsberg samanborið við Dreyfus og Tønnes tilburðirnir)