Sølustevnan í Vági hevur gingið gott higartil og báði seljarar og fyrireikarar eru væl nøgdir, hóast veðrið hevur verið alt annað enn til vildar. Teir stóru dagarnar eru ikki fyrrenn í dag og í morgin [...] tí nógva fólkinum. Men fyrsta stevnudagin, hóskvøldið, vóru longu 190 fólk á stevnu, og tað eru øll nøgd við. Tað var heldur ikki sørt, at báði vørur og pengar skiftu eigara longu. Longu hetta fyrsta kvøldið [...] afturat við Honda og Skoda. Annars er úrvalið fjølbroytt, báði frá eykalutum og útgerð til bilar, skóm og klæðum, til teldur, sjónvørp og aðra elektroniska útgerð.
bara³ varð til sum eitt spírandi ynski. Men tað er kanska júst hetta síðsta, sum ger, at ein sovorðin missur kanska bæði so og so verður ein ósjónligur missur: Tað heilt lítla, tað deyðfødda og tað deyða ófødda [...] sigur um, at tað kom í heimin, fult av náði og sannleika, at tað upplysir hvørja menniskju, so at tað um hvørja einstaka menniskju kann sigast: Tit eru ljós heimsins. Guðs ljós elskar tað, tað sær... Men [...] børnum, og felagið í Føroyum helt, at nú var tíðin komin til tað, at eisini vit tóku siðin upp. Skal sannleikin sigast - og tað skal hann! - so var tað ikki uttan »beteinkiligheitir« - ikki minst frá mínari
aður Í Lýsingartorginum verður innihaldið tað sama, sum tað hevur verið í blaðútgávuni, meðan hinir tríggir marknaðirnir eru nýggir. Á húsamarknaðinum ber til hjá húsameklarum, advokatskrivstovum, privatfólki [...] privatfólk lýsa sínar nýggju og gomlu bilar til sølu, og her ber eisini til at hava mynd av bilunum, og verða hesar lýsingarnar eisini lagdar í ein dátabása, so til ber at leita eftir prísi, merki ella øðrum [...] , og ber tískil til at leita í fleiri enn 1.600 greinum úr Sosialinum. Hendan skipan verður sjálvandi útbygd, hvørja ferð ein nýggjur Sosialur kemur á Internetið, og ber tað eisini til at tekna seg sum
Bartal og Beinir stjólu seg yvir til eina á at spæla, tá ið óhappið hendi Beinir hoyrdi tjumsið, men helt, at tað var ein steinur, sum var farin í hylin. Táið hann vendi sær við, sá hann, at ársgamli beiggin [...] sum hevði verið tað púra náttúrliga hjá einum trý ára gomlum at gjørt, rann Beinir ístaðin inn til Jóannes Østerø, sum búði í nærmastu húsunum, eftir hjálpt. Eftir hesa løtu var tað ein ótrúlig røð av [...] vildi tað so, at Jóannes syngur í kórið og hevði tí lært okkurt smávegis um andadrátt. Tí vitsti hann, hvat tað var, sum stýrdi andadráttinum og legði seg sostatt at trýsta inn á flatbróstið. Tað hjálpti
lækkar. Hann kann gott vera null krónur, um tað skal vera. Bara teir fáa ordiligan prís fyri fiskin, teir veiða. Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen, heldur at tað ger einki, um satsurin [...] Michelsen. Tað hevði so havt við sær, at studningurin hevði lækkað, sigur hann. Tað kunnu vera ymiskir mátar at kappast uppá, sigur formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna. Ein máti hevur verið, at til bar at [...] Útróðrarmanna, sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógv fæst fyri fiskin í dag. Alt eftir, hvar hann verður lagdur upp. Tað ljóðar væl frá fiskaprísunum á Fiskamarknaðinum á Toftum, Og tað er at gleðast yvir, at
aftrat, at tað ein verður trýstur til og sum man ikki hevur serligan góðan hug til, spyrst sjáldan nakað gott burtur úr. Øllum til gagns Henrik Old vónaði, at tað fór at eydnast at fáa nakað gott burtur komandi [...] fer at vera øllum Føroya fólki til gagns og gleði, og at tað verður við til at skapa framburð í hesum landinum tað veri seg vestast úr Mykinesi, suður til Sumbiar og út til Fugloyar. Og at vit aftaná, tá [...] tinginum fyri, at tað bar til hjá Vinnunevndini at fara til Noregs herfyri, har tingmenn fingu eitt sera gott innlit í oljuvinnuna. Tingmaðurin segði, at ein oljuvinna kann vera til stórt gagn fyri fi
skjótast, og FSF formaðurin heldur, at tað fer at bera til at fáa eitt uppskot greitt til aðalfundin, sum verður síðst í januar. ? Menningin gongur so skjótt, at tað er neyðugt at fáa hesi viðurskiftini [...] skipað. Vit arbeiða víðari við spurninginum, og tað kann gott vera, at tað hevði verið skilagott, um vit í FSF bjóðaðu formonnunum í feløgunum til ein fund bara at viðgera henda spurningin, áðrenn sp [...] púra greið. Tað má vera púra greitt, hvør tann juridiski persónurin er, sum eigur rættin til plássið í bestu deildini. Um eitt felag fer av knóranum, so er eingin ivi um, at tað missir rættin til plássið í
Kristian Martin Joensen gott dømi um, at tað veruliga ber til at vera við. Kristian Martin vinnur ikki heiðursmerki í altjóða kappingum ? enn ? men hann verður ikki svomin afturúr. ? Og tað er avgjørt ein treyt [...] treyt fyri at vit kunnu luttaka. Tað kostar nógvar pengar at fara til altjóða kappingar, og tí avmarkar tað seg eitt sindur sjálvt. Men velja vit so at fara, er tað ein treyt, at vit eisini kunna verða við [...] ætli mær als ikki at gloyma felagið, fyri tað um eg havi fingið eina stóra avbjóðing sum landsliðsvenjari. Tikið venjaraprógv Hvussu kom tað í lag, at tú komst til Føroya? ? Havnar Svimjifelag leitaði eftir
men liðið manglar tað seinasta sum skal til, fyri at vinna á teimum bestu liðunum í deildini. Verjuspælið hjá Stjørnuni er gott, men breddin er ikki nóg stór í álopsspælinum, og tá tað líður út í seinna [...] vóru á muni tá dysturin var av. Enn eitt heiðurligt tap hjá Stjørnuni, men tá tað ikki gevur nakað stig, kann tað ikki brúkast til nógv annað, enn at geva vónir um stig í dystunum, sum eru fyri framman. [...] økti Kyndil um leiðsluna við tveimum málum, og tá kom munurin millum liðini fyrstu ferð til sjóndar. Kyndil vísti gott álopsspæl, onkuntíð kanska ikki nóg beinleiðis, og skotstyrkin úti frá er stór. Hóast
av leiðsluni hjá heimaliðnum. Og eftir stríð og strev tað mesta av seinna hálvleiki, eydnaðist tað H71 at javna, tá Halgir D. Olsen gjørdi tað til 25-25 fimm minuttir fyri leiklok. Men meðan H71?arnir [...] hóast H71 aftur minkaði til 28-27. Seinasta málið í dystinum fekk StÍF, og tað var hóskandi besti maðurin á heimaliðnum, Jónleif Sólsker, sum setti punktum fyri dagin og gjørdi tað til 29-27. [...] vikuskiftið, eydnaðist tað ikki hesaferð. StÍF fór fram um 26-25, og eftir tað gjørdu H71?arnir ov skjótt av í álopsspælinum, og avslutningarnir vóru ikki nóg góðir. StÍF økti til bæði 27 og 28-25, og so