StÍF steðgaði H71

Hondbóltur: Jónleif Sólsker var sentrali spælarin, tá StÍF fyri aðru ferð í ár vann á H71

1. deild menn:

StÍF-H71 29-27 (15-13)


Fyri aðru ferð í ár noyddist oddaliðið H71 at lúta fyri strandingum.

Seinasta vikuskiftið var H71 í Vestmanna og setti VÍF uppá pláss, men hoyvíkingar vóru nóg illa komnir yvir tann sigurin, fyrrenn strandingar settu teir uppá pláss.

Jákup Símun Simonsen hjá H71 segði undan dystinum móti StÍF, at talan var um eina sera trupla uppgávu, og hann fekk eisini rætt. Hóast hann aftur hesaferð var toppskjútti hjá H71, mátti hansara lið lúta fyri StÍF.

H71 kom annars gott í gongd, og fyrsta partin av dystinum vóru teir nógv betri. Álopsspælið gekk væl, verjan var sterk og tá StÍF?arnir royndu seg móti málunum, vóru teir ikki nóg neyvir.

H71 var frammanfyri bæði 6-2 og 9-5, áðrenn heimaliðið vaknaði, og tók seg saman. Hoyvíkingar settu Hallur Danielsen at mansverja Arthur Johansen, sum hevur verið mest týðandi spælarin hjá StÍF higartil, og tað tók tíð hjá teimum, at finna samanspælið og málið uttan um vanliga toppskjúttan.

Men tá spælandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, fekk gongd á, var hann ikki til at steðga aftur, og hann var sentrali spælarin hjá StÍF hendan dystin. Jónleif gjørdi sjálvur 9 mál, men hann spældi eisini upp til hinar, og Sveinbjørn Poulsen, sum spælir á strikuni, fekk nógv burtur úr samanspælinum við venjaran.


Hildu ikki høvdið kalt

Fram til hálvleik javnaði StÍF leiðsluna hjá H71, og seinastu tveir minuttirnar fóru teir fram um við tveimum málum, so støðan í hálvleikinum var 15-13 til StÍF. Og seinni hálvleikur var ikki meiri enn byrjaður, so hevði StÍF økt við trimum málum afturat. Hesa løtuna tóktust H71?arnir at vera slignir groggy, og tað tók eina løtu áðrenn teir komu fyri seg aftur.

Men teir komu fyri seg og teir byrjaðu spakuliga at eta burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum. Og eftir stríð og strev tað mesta av seinna hálvleiki, eydnaðist tað H71 at javna, tá Halgir D. Olsen gjørdi tað til 25-25 fimm minuttir fyri leiklok.

Men meðan H71?arnir kláraðu at halda høvdið kalt seinasta partin av dystinum móti VÍF seinasta vikuskiftið, eydnaðist tað ikki hesaferð. StÍF fór fram um 26-25, og eftir tað gjørdu H71?arnir ov skjótt av í álopsspælinum, og avslutningarnir vóru ikki nóg góðir. StÍF økti til bæði 27 og 28-25, og so var dysturin avgjørdur, hóast H71 aftur minkaði til 28-27. Seinasta málið í dystinum fekk StÍF, og tað var hóskandi besti maðurin á heimaliðnum, Jónleif Sólsker, sum setti punktum fyri dagin og gjørdi tað til 29-27.