1. deild kvinnur:
Stjørnan-Kyndil 21-24
Nú hava øll trý oddaliðini í deildini verið á vitjan á Klaksvík, og hóast allir dystirnir hava verið javnir, hava útiliðini hvørjaferð havt munin.
Soleiðis var eisini tá Stjørnan tók ímóti Kyndli sunnudagin. Dysturin var javnur, liðini fylgdust mest sum allan dystin, men Kyndil hevði munin og vann eisini við trimum málum.
Stjørnan klárar at spæla upp ímóti øllum liðunum, men liðið manglar tað seinasta sum skal til, fyri at vinna á teimum bestu liðunum í deildini. Verjuspælið hjá Stjørnuni er gott, men breddin er ikki nóg stór í álopsspælinum, og tá tað líður út í seinna hálvleik gera spælararnir óneyðug mistøk.
Men kann Stjørnuliðið menna seg so hvørt sum kappingini líður, og lúka burtur tey óneyðugu mistøkini, kann liðini gerast ein beiskur biti hjá teimum flestu liðunum.
Kyndil helt munin
Fyrri hálvleikur av dystinum sunnudagin gekk javnt á. Kyndil legði seg fram um, men Stjørnan gav ongantíð upp, og tær javnaðu til 6-6 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Síðani fór Kyndil fram um aftur, og tær hildu eisini leiðsluna fram móti hálvleikinum.
Í seinna hálvleik økti Kyndil um leiðsluna við tveimum málum, og tá kom munurin millum liðini fyrstu ferð til sjóndar. Kyndil vísti gott álopsspæl, onkuntíð kanska ikki nóg beinleiðis, og skotstyrkin úti frá er stór.
Hóast Stjørnan kom aftur um við fleiri málum beinanvegin í seinna hálvleiki, góvu tær ikki upp, og allan vegin til dystarlok stríddust tær óført bæði í verju og í álopi.
Tær minkaðu nakrar ferðir um munin, so hann var trý mál, men Kyndlaliðið kláraði at halda seg frammanfyri. Og tá Jacklin Durhuus gjørdi tað til 22-17 seks minuttir fyri leiklok fall avgerðin. Seinastu minuttirnar minkaði Stjørnan um munin, so trý mál vóru á muni tá dysturin var av.
Enn eitt heiðurligt tap hjá Stjørnuni, men tá tað ikki gevur nakað stig, kann tað ikki brúkast til nógv annað, enn at geva vónir um stig í dystunum, sum eru fyri framman.