fyri 1990. Leivur legði aftrat, at árini, tá tilflytingin av føroyingum í Danmark, var størst, var undir stóru fíggjarkreppuni í Føroyum. - Flestu føroyingarnir, sum hesi árini fluttu til Danmarkar, vóru [...] føroyskum konufólki til Danmarkar var nógv størri enn nettotilflytingin av mannfólki. - Árinini av hesum síggjast í Føroyum í dag, har fólkatalið er merkt av ójavnvág millum kynini, segði Leivur. Útbúgv [...] minsta lagi 6.457 føroyskir útisetar í Danmark eina førleikagevandi útbúgving hin 1. januar 2006. Av hesum vóru 2.732 mannfólk og 3.725 konufólk. - Hetta svarar til, at 28% av samlaðu útisetunum eru útbúnir
fremja ætlan sína. Orkufelagsskapurin hevði søkt Sjóvar kommunu um loyvi at fremja hesa ætlan, men hesum ynsktu fólk at vísa sína misnøgd við á ymiskan hátt. Ein kunnandi fundur sum Sjóvar kommuna skipaði [...] varðveita náttúruna. Eg trúgvi tí, at alt tosið um grøna orku, eisini hevur fingið nógv fólk at skriva undir mótmælið, sigur Jákup Weihe. Aftanfyri hann er Sandá, sum er ein perla í Selatrað
skrivaðu undir sáttmála. Hann vísti á, at sáttmálin hevur til endamáls at tryggja fólki, ið bera brek, somu sømdir, sum onnur hava, hvat viðvíkur ferðing við Norrønu. - Ein týðandi liður í hesum er møguleikin [...] brúktir av fólki í koyristóli. Martin Dam Joensen segði, at ein slík viðurkenning, sum Smyril Line við hesum hevur fingið, leggur skyldur á felagið. Men, samstundis gevur hon eisini styrki til framhaldandi at
ivaleyst farin at umhugsa, hvar og hvussu jólini skuldu haldast hesaferð. Á Pensionatinum í Havn, sum er undir psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin-um, sleppa tey ikki at halda jól heima. Hetta hevur annars verið [...] Pensionatinum í Havn, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at tað alt ov ofta ikki verið tikið fyrilit fyri hesum sjúklingum. So hvørt sum skerjingarnar eru farnar fram á Landssjúkrahúsinum, hava búfólkini fingið [...] stórar broytingar, og eru bangin og ótrygg, tí tey nú ikki sleppa at vera heima í jólamánaðinum. Av hesum er uppaftur neyðugt at geva teimum meira heilivág, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at øll kunnu
fóru nú undir at fyrireika bygging av einum flakavirki, sum hevur verið eitt stórt tak tá í tíðini. Hann segði, at byggingin av virkinum byrjaði í 1966, og tað var Hannis Jensen, sum stóð fyri hesum arbeiði [...] løgdu lunnar undir hesa oyggj – og hesa bygd, segði hann. Tíðir broytast Borgarstjórin og løgtingsmaðurin ásannaði, at tíðirnar eru broyttar hesi 40 árini, síðan lunnar vórðu lagdir undir hetta vinnuliga
vart við, at tað hóast alt eru nakrir føroyingar, ið ikki taka undir við at broyta hesa lógargreinina, sigur hann. Ímóti Endamálið við hesum stiginum er stutt sagt, at fáa eina meiri avbalanseraða mynd inn [...] løtuni. Hesa tíðina meðan hann er heima dámar hon væl at fylgja við í dagsins tjakevnum. Eitt av hesum er málið um tey samkyndu, og her hevur hann sett sær fyri at gera sína ávirkan galdandi við m.a. at
Johannesen, segði eisini nøkur orð, og vit fara at venda aftur til tað á hesi opnu, sum tey bæði søgdu. Undir hátíðarhaldinum sungu børn í barnagarðinum eisini nakrar fittar sangir og settu soleiðis sín dám á [...] verða, um vit framhaldandi skulu hava dagrøkt, ella um kommunan møguliga skuldi byggja vøggustovu. Undir hátíðarhaldinum segði borgarstjórin, at kommunan hevur eina vælvirkandi dagrøkt, sum kemur at halda [...] leiðara, starvsfólki og ikki minst børnunum, øllum foreldrum, ommum, abbum og øllum tillukku við hesum fína húsi. Vónandi koma tit øll at trívast her og føla, at her er gott at vera, segði borgarstjórin
sambýlinum í Pætursgøtu 3 í Hoyvík eru ikki evnaveikir og ikki menningartarnaðir. Vit eru ordiliga lagdir undir psykist press og eru ógvuliga sjokeraðir um tað, at Rósa Samuelsen ætlar at taka heimið frá okkum [...] verða nakað serligt, at tað verður fíggjað so. Vit í sambýlinum eru sanniliga eisini nakað serligt í hesum tilfeldinum, tí haldi eg, at hettar er ógvuliga diskriminerandi, at hettar letur seg gera, at vit [...] PASSAR ALTSO IKKI!!! Hon skal minnast til, at tá ið tað er eitt sambýli, tá búgva øll saman og liva undir somu treytum og ferdigt! Tí eitur tað eitt sambýli. Øðrvísi fer tað at verða, tað vil eg verða samdur
Justinussen úr Miðflokkinum, og hann ætlar undir ongum umstøðum at taka undir við lógaruppskotinum. - Hetta er enn ein av teimum avleiðingunum av, at tingið hevur tikið undir við tankunum hjá LGBT, um at fólk sjálvi [...] hevur skapt mann og kvinnu, men um maðurin ikki er nøgdur við skapanarverkið, so kann hann eftir hesum lógaruppskotinum bara siga, at hann løgfrøðiliga ikki vil vera maður meir, men heldur ein kvinna.
brævið í morgun. Í brævinum siga teir, at við Sjúrðarbergi eru nógvir ungir menn, sum hava lagt lunnar undir familju tey seinastu árini og koma at standa uttan arbeiði næsta ár, um hetta uppskotið verður samtykt [...] hvørki av dugnaloysi ella fiskaloysi, men av einari óhugnaligari øvund, sum skríggjar til himmals í hesum uppskotinum. Manningin umborð umboðar átta oyggjar í Føroyum, so tað kemur at raka um alt landið,