- Ein slík viðurkenning leggur skyldur á felagið, men samstundis gevur viðurkenningin okkum eisini styrki til framhaldandi at arbeiða við tørvi teirra, sum bera brek.
Tað segði Martin Dam Joensen, søluleiðari hjá Smyril Line í Føroyum, tá hann vegna felagið tók ímóti Kærleikskúluni hjá Dugna á hátíðarløtu í Listaskálanum í Havn í morgun.
- Vit eru sera errin av at hava fingið henda heiður, og hetta er eitt herðaklapp til okkum. Tilgongdini til dagsins nominering byrjaði við, at Meginfelag teirra Brekaðu og Smyril Line hin 29. januar í ár skrivaðu undir sáttmála.
Hann vísti á, at sáttmálin hevur til endamáls at tryggja fólki, ið bera brek, somu sømdir, sum onnur hava, hvat viðvíkur ferðing við Norrønu.
- Ein týðandi liður í hesum er møguleikin at hava ókeypis fylgjara við á ferðini, eins og eykagjald ikki verður lagt á stórar bilar, ið eitt nú verða brúktir av fólki í koyristóli.
Martin Dam Joensen segði, at ein slík viðurkenning, sum Smyril Line við hesum hevur fingið, leggur skyldur á felagið. Men, samstundis gevur hon eisini styrki til framhaldandi at arbeiða við tørvi teirra, sum bera brek.
- Málið hjá okkum er, at vit eisini í framtíðini kunnu veita eina so fullkomna tænastu sum gjørligt, segði søluleiðarin hjá Smyril Line í Føroyum, tá hann tók ímóti Kærleikskúluni 2015.