- Vit umborð á Sjúrðarbergi eru skelkaðir av at hava eitt landsstýrið, sum hevur so lítla virðing fyri okkara sjófólki, sum hendan fiskivinnunýskipanin vísir seg at hava. Fakta er, at JFK má minka í Barentshavinum, og JFK kemur at minka við Sjúrðarbergi.
Tað sigur manningin á Sjúrðarbergi í opnum brævi til Føroya landstýri. Manningin hevur eisini sent miðlunum brævið í morgun.
Í brævinum siga teir, at við Sjúrðarbergi eru nógvir ungir menn, sum hava lagt lunnar undir familju tey seinastu árini og koma at standa uttan arbeiði næsta ár, um hetta uppskotið verður samtykt.
- Men, hetta kemst hvørki av dugnaloysi ella fiskaloysi, men av einari óhugnaligari øvund, sum skríggjar til himmals í hesum uppskotinum. Manningin umborð umboðar átta oyggjar í Føroyum, so tað kemur at raka um alt landið, tá skipið er lagt.
Manningin vísir á, at í verandi løtu fiska teir í russiskum sjógvi og fáa nógvan fisk, men tó kennist tað sum ein lang jarðarferð umborð, og hugurin er einki serligur.
- Vit vilja ikki lata hetta fara fram aftur við borðinum uttan at gera vart við okkara ónøgd, og somuleiðis vilja vit hava eitt svar frá landsstýrinum (Høgna) um, hví vit skulu sendast til hús. Klára tit veruliga ikki at seta ein fiskivinnureform saman, uttan at jarða vinnuna fyrst? spyr manningin á Sjúrðarbergi.










