- Vit eru sera væl nøgd við arbeiði

Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, segði við móttøkuna á Svangaskarði leygardagin, at bygdaráðið er sera væl nøgt við arbeiði, nú nýggi barnagarðurin stendur liðugur. - Samstarvið millum ymisku arbeiðstakararnar hevur eisini verið fyrimyndarligt, segði borgarstjórin

Seinnapartin leygardagin varð skipað fyri almennari móttøku í nýggja barnagarðinum á Svangaskaði á Toftum.
Eini 200-300 fólk vóru til hátíðarhaldið teir báðar tímarnar millum klokkan 13 og 15, sum móttøkan vardi.??
Tað var Julianna á Geilagarði, varaleiðari, sum beyð vælkomin, og síðan segði leiðarin, Tóra Johannesen, nøkur orð.??
Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, segði eisini nøkur orð, og vit fara at venda aftur til tað á hesi opnu, sum tey bæði søgdu.
Undir hátíðarhaldinum sungu børn í barnagarðinum eisini nakrar fittar sangir og settu soleiðis sín dám á løtuna.??

Færri í dagrøkt
Símin Johannesen, borgarstjóri, tosaði bæði sum borgarstjóri og vegna bygginevndina, tá hann hevði orðið og bjóðaði fólki at síggja nýggja barnagarðin, nú útbyggingin er liðug.
- Tað er nú rúm tíð síðan, at arbeiðbólkur varð settur at koma við tilmæli um, hvussu ansingarøkið skal skipast í framtíðini – hvar í bygdini ansingin skal verða, um vit framhaldandi skulu hava dagrøkt, ella um kommunan møguliga skuldi byggja vøggustovu.
Undir hátíðarhaldinum segði borgarstjórin, at kommunan hevur eina vælvirkandi dagrøkt, sum kemur at halda fram – í øllum førum í nøkur ár aftrat.
- Úrslitið gjørdist, at støða varð tikin til at byggja uppí verandi barnagarð, so barnagarðurin kann hýsa øllum børnum yvir trý ára aldur, samstundis sum dagrøktin kemur at minka tilsvarandi.
Borgarstjórin greiddi eisini frá gongdini í byggimálinum annars, har fyrsti fundur við Teknistovuna í Gøtu var hin 26. august í 2010.
Hann segði, at aftrat verandi barnagarði í gamla B68-húsinum skuldi nú nýggjur bygningur byggjast við trimum stovum og plássi til 54 børn, eins og gamli bygningurin framyvir skal hýsa 36 børnum í tveimum stovum.
- Soleiðis rúmar nú Barnagarðurin á Svangaskarði tilsamans 90 børnum.
Hann legði aftrat, at 4-5 starvsfólk arbeiða í hvørjari stovu, soleiðis at samlaða talið av arbeiðsfólki er 25 starvsfólk.

Dupult so stórur
Símin Johannesen tók saman um og segði, at nú hevur kommunan ein bygning, ið er tvífalt so stórur, sum upprunaliga ætlað.
- Støða er ikki tikin til, hvat tann niðara hæddin skal brúkast til í framtíðini, men ein partur av okkara barnaansing er framvegis í leigaðum hølum. Tí er ein møguleiki nú at fáa alt savnað á einum staði.
Samlaði kostnaðurin av Barnagarðinum á Svangaskarði er 8,26 miljónir krónur, nú arbeiðið er liðugt.
Bygdaráðið í Nes kommunu er sera væl nøgd við arbeiði, og sum skilst, er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað, projekterað og havt eftirlit við byggingini, eisini væl nøgd við arbeiðsgongdina, nú verkætlanin er liðug.
- Samstarvið millum ymisku arbeiðstakararnar hevur eisini verið fyrimyndarligt.
Símin Johannesen segði, at fólk hjá kommununi eisini hava verið við í fleiri fasum, sum hann tók til, eitt nú í samband við kloakk, vatn og ymiskt uttan um arbeiði.
- Bygt hevur verið í ringastu ársins tíð, og tí hevur arbeiðið eftir umstøðunum gingið serstakliga væl, legði borgarstjórin aftrat.

Símin takkaði
- Sum formaður í bygginevndini og vegna Nes kommunu fari eg fyrst og fremst at takka Teknistovuni í Gøtu fyri projektering og eftirlit. Øllum tykkum, sum hava verið við í byggingini, takki eg fyri sera gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði.
Símin Johannesen bar eisini eina stóra tøkk til starvsfólkið í Barnagarðinum á Svangaskarði og til leiðaran, Tóru Johannesen, fyri hennara stóra leiklut og góða samstarv í byggitíðini.
- Eg vil ynskja leiðara, starvsfólki og ikki minst børnunum, øllum foreldrum, ommum, abbum og øllum tillukku við hesum fína húsi. Vónandi koma tit øll at trívast her og føla, at her er gott at vera, segði borgarstjórin.