Deildar meiningar eru um uppskotið hjá Sonju J. Jógvansdóttir um løgfrøðiligt kynsskifti, og tað hevur mestsum sett fólk í tveir básar - tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti.
Ein av teimum, ið er ímóti, er Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og hann ætlar undir ongum umstøðum at taka undir við lógaruppskotinum.
- Hetta er enn ein av teimum avleiðingunum av, at tingið hevur tikið undir við tankunum hjá LGBT, um at fólk sjálvi skulu definerea ting, sum annars vóru definerað frá náttúrunnar hond, sigur hann og sipar til skapanarverkið.
Hann meinar, at løgfrøðiligt kynsskifti er í stríð við kjarnuna av skapanarverkinum.
- Gud hevur skapt mann og kvinnu, men um maðurin ikki er nøgdur við skapanarverkið, so kann hann eftir hesum lógaruppskotinum bara siga, at hann løgfrøðiliga ikki vil vera maður meir, men heldur ein kvinna. Hetta er alt í stríð við sjálvu kjarnuna av skapanarverkinum.
Men hevði ein slík lógarbroyting ikki kunnað lætt um gerandisdagin hjá summum?
- Nei, eg trúgvi ikki, fólk fara at fáa tað betur, fyri tað um myndugleikin gevur teimum rætt í tí, sum er skeivt. Fólk, sum koma í hasa støðuna, hava allarhelst aðrar trupulleikar at dragast við frammanundan, sum eru munandi álvarsligari enn tað, sum tey halda teirra trupulleiki er. Tað eru ofta fólk, sum eru sálarliga óstabil og hava ilt í sálini, og so halda tey, at ein sovorðin broyting kann loysa trupulleikarnar, sigur tingmaðurin.
Bill Justinussen vísir á, at tað er eingin, sum er nøgdur við alt í sínum lívi. Meðan summi føla, tey eru fødd í skeivum kroppi, føla onnur, at tey eru fødd í skeivum landi ella í skeivari familju.
- Vit eru skapt, sum vit eru skapt. Hetta eiga vit sum menniskju ikki at seta spurnartekin við, men at góðtaka.
Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir inniber, at hin tvørkyndi kann fáa nýtt p-tal, ið samsvarar við kynsliga samleikan hjá viðkomandi. Haraftrat skal vera møguligt at broyta navn samsvarandi kynsliga samleikanum. Tað sama er galdandi fyri koyrikort, pass og onnur samleikaprógv.
- Tað eru fólk í Føroyum, sum eru tvørkynd, og teimum eiga vit at kunna rúma. Løgfrøðiligt kynsskifti kann vera eitt fet á leiðini til at viðurkenna tey, og tað er ófatuliga týdningarmikið fyri eitt menniskja at vera viðurkendur, sum tann mann er, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Um nakar fær sær eitt løgfrøðiligt kynsskifti, vil tað ikki broyta uppá nakað kortini, meinar Bill Justinussen. Hann kemur við einum dømi frá føðistovuni.
- Tá jarðarmóðurin tekur ímóti barninum, so hyggur hon at barninum, og sigur: hetta er ein genta ella hetta er ein drongur. Soleiðis hevur tað verið frá fyrsta degi av í mannasøguni. Vit eru skapt sum dreingir og gentur, og vit koma ongantíð at kunna broyta uppá tað, óansæð hvussu vit við lóggávu royna at sminka uppá tað, sigur Bill Justinussen.
Les eisini: - Vit eiga at hyggja nærri eftir løgfrøðiligum kynsskifti
Uppskotið skuldi koma fyri ting aftur í dag, men tað verður væntandi heldur mánadagin 10. september.