verða útboðin í nærmastu framtíð. Hann sigur, at aðrar ætlanir eru í býnum, sum kunnu loysa bústaðartrupulleikan. Millum annað er ein alternativ útbjóðing av eini privatari íbúðarverkætlan í umbúnað, og [...] og kommunan er í samráðingum við ein av útbjóðarunum. Steinbjørn Jacobsen leggur afturat, at tað eru eini 80 ella 90 privat grundstykkir í býnum, sum kommunan ikki bara soleiðis uttan víðari kann fáa hendur [...] Klaksvík: Í hesum døgum er nógv virksemi við nýggja íbúðarvegin undir Grashjalla í Klaksvík. Tað fyrsta húsið verður reist fyrsta dagin, og eitt annað er eisini komið væl ávegis. Tað er væl skilligt, at
Gunnar í Liða, og leggur afturat, at endamálið sjálvandi er, at óansæð hvar skaðin hendir, so skal viðskiftafólkið verða vís í, at viðgerðin er tann sama. ? Um skaðin hendir í Klaksvík, Runavík ella í Havn [...] síggja í býnum. - Vit eru sera fegin um, at hetta kundi lata seg gera, tí verandi umstøður hjá okkara deild er ikki longur nøktandi, sigur Gunnar í Liða. Hann greiðir frá, at tað er plásstrot í verandi [...] eru til taks at flyta í. Og hann leggur afturat, at hetta ger tað møguligt hjá Tryggingarfelagnum at hækka tænastuna til borgarar í Norðoyggjum. Tryggingarfelagið hevur fyrr verið í samband við Klaksvíkar
tað í endanum varð sagt, at starvslýsingin kom at verða í bløðunum dagin eftir. Men lýsingin slapp bert at standa einaferð, so tók landsstýrismaðurin í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu, hana aftur. Í Degi [...] fór at blanda seg í tey einstøku málsøkini. Hann fór heldur at arbeiða fyri at menna økið fíggjarliga og politiskt. ? Um ein fer niður í tey ymisku málsøkini, so er skjótt, at ein doyr í hesum starvinum [...] bygningurin uttan. Og inni er avbera vakurt. Inni í køkinum stendur alt bestikkið innpakkað, tí ongin er at nýta tað. Allir teir nýggju møblarnir og alt inni í sambýlinum standa bara til prýðis, meðan mynd
ivstovuni í gjár, og væntast kann, at tað verður viðgjørt í tinginum í hesari vikuni, antin hósdagin ella fríggjadagin. Sambært uppskotinum fer Føroya løgting at heita á landsstýrismannin í vinnumálum [...] eykaskattur, sum í verki bert er lagdur á nakrar borgarar í samfelagnum, nevniliga borgararnar í útjaðaranum. - Hesin skatturin er harafturat kappingaravlagandi, bæði fyri vinnulívið í útjaðaranum og harafturat [...] Økismenning Tummas í Dali Marjus Dam, løgtingsmaður fyri Sambandsfl., leggur uppskot til samtyktar fyri løgtingið, sum miðar fram móti eini samhaldsfastari skipan á øllum vegakervinum í landinum. Uppskotið
leygardagin var so kapping í Klaksvík. Tað vóru ikki so mong, sum høvdu lagt sær leiðina í høllina at hyggja, men nøkur vóru tey kortini. Knapt 40 luttakarar vóru, og tey vórðu deild upp í tríggjar bólkar: Me [...] Spenningurin var í hásætinum, og tað var sera stuttligt at síggja, hvussu høgt allir luttakararnir gingu upp í teirra avrik. Ferð eftir ferð so hvørt sum tey høvdu spælt ein dyst í tí innleiðandi umfarinum [...] Boccia kapping var í KÍ høllini leygardagin. Boccia er eitt einkult, men tekniskt bóltspæl, sum enn ikki er so framkomið í Føroyum, men tað vindur alt meira upp á seg. ÍSB skipar regluliga fyri kappingum
fyri allar áskoðarar men ein peli í eyganum á sínum mótspælarum. Og tað eru sjálvandi úrslitini, sum tala. Í kappingini móti Kagganum hevði Kristian Sune 31,73 eygu í meðal ella meira enn 600 eygu fyri [...] sagt um persónar ella lið í ítróttarkappingum, at man hevur bæði góðar og minni góðar dagar. Hetta passar bara ikki fyri ávísar klaksvíkingar, nevniliga fyri 1. deildarliðið í billard hjá Klaksvíkar Klubba [...] við bert fimm stigum. Hini 13 stigini lógu eftir í Klaksvík. Og seinasta vikuskiftið endurtók søgan seg. Vágbingar , sum annars hava ligið sera væl fyri í kappingini, fingu uppaftur størri buksuvatn enn
og nr.2 í Gr. Prix-kappingunum í ár. Kappingarárið í borðtennis hevur enn hesar kappingar at gera av. Vikuskiftið 8-9 mars verða FM-kappingar fyri lið í ítróttarhøllini í Trongisvági, og seinni í mars verða [...] 3Bárður Láadal, Streymur Smágentur 1Marin í Dali, TBF 2Anntóra Láadal, Streymur 3Mariann Mikkjalsdóttir, TBF Smádreingir 1Sigurð Carlsson, TÓR 2Gunnar í Dali, TBF 3Sjúrður Ferjá, TBF Gentur 1Rakul Magnussen [...] Borðtennis Í Smápinkudeildini, Smápiltadeildini, Pinkudeildini og Smágentudeildini vórðu leikarar úr TBF vinnarar. Hetta má sigast at boða frá góðum í elsta borðtennisfelagi í landinum, sum júst um vikuskiftið
20 ára gamli, Heini í Dali, luttók um vikuskiftið í kapping í fimleiki í Danmark. Heini hevur síðan seinasta heyst vant við einum fimleikafelag úr Næstved. Felagið er í løtuni í triðju deild, og eftir [...] Kappast var í hesti, gólvi, ringum, barr og rekk. Næstved endaði heili 15 stig frammanfyri Nakskov á øðrum plássi. Kappingin er skipað í tveimum unførum, og úrslitið í fyrra umfari telur við í seinna umfarinum [...] liðnum hjá Heina vóru fimm luttakarar í alt. Einans stigini hjá trimum teimum fremstu luttakarunum í hvørjum felagi telja við. Heini endaði millum tríggjar teir fremstu í fýra av fimm kappingum, og tað má
bólkurin, sum fer í gongd. Ætlanin er so leypandi at seta fleiri bólkar í gongd við einum millumbili av umleið einum mánaði, soleiðis, at alt ikki kemur upp at kóka í senn, greiðir Steinbjørn Jacobsen frá. [...] Fyrireikingarnar til Norðoyatunnilin eru so smátt farnar í gongd, og fyrsta stigið á leiðini eru longu tikið. Borgarstjórin í Føroya næststørsta býi, Steinbjørn Jacobsen, hevur sett ein stýrisbólk ella sum hann [...] umboð fyri hvørja grein av málum her í býnum. Tað verið seg mentan, skúli, vinna, handil, ítrótt og so framvegis, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum sjálvur er formaður í stýrisbólkinum. Neyðugt Stýrisbólkurin
sendir í framtíðini út tíðindaskriv eftir, at ráðið hevur hildið fund. Hetta verður gjørt fyri at kunna almenningin um arbeiði og ætlanir hjá ráðnum. Seinasti ráðsfundur varð hildin 27. februar í Klaksvík [...] Klaksvík, har býráðsformaðurin Steinbjørn Jacobsen, ið eisini er ráðslimur, var vertur. Vitjað var á bústovninum fyri børn og ung, sum eru autistar. Her fingu ráðslimirnir innlit í tað miðvísa arbeiðið, sum [...] bygningarnar við sambýli og íbúðum fyri eldri, sum í næstum lata dyrnar upp. Norðoyingar kunnu saman við landsmyndugleikunum vera stoltir av hesum tiltaki. Í øðrum pørtum av landinum kunnu tey óivað fáa íblástur