Heini í Dali stóð seg væl í kapping í Danmark

Ungi føroyingurin vónar at sleppa við á oyggjaleikaliðið

20 ára gamli, Heini í Dali, luttók um vikuskiftið í kapping í fimleiki í Danmark. Heini hevur síðan seinasta heyst vant við einum fimleikafelag úr Næstved. Felagið er í løtuni í triðju deild, og eftir úrslitið um vikuskiftið er rættiliga sannlíkt, at felagið hjá Heina vinnur deildina.

Kappast var í hesti, gólvi, ringum, barr og rekk. Næstved endaði heili 15 stig frammanfyri Nakskov á øðrum plássi. Kappingin er skipað í tveimum unførum, og úrslitið í fyrra umfari telur við í seinna umfarinum.

Á liðnum hjá Heina vóru fimm luttakarar í alt. Einans stigini hjá trimum teimum fremstu luttakarunum í hvørjum felagi telja við. Heini endaði millum tríggjar teir fremstu í fýra av fimm kappingum, og tað má sigast at vera eitt frálíkt úrslit.

Væl nøgdur
Heini í Dali var sum verða mann væl nøgdur við úrslitið hjá sær um vikuskiftið.

? Fimtan stig er rættiliga nógv í fimleiki, so nú skal ganga sera illa, um vit ikki skulu enda á ovast eftir seinna umfar, sigur ein fegin Heini í Dali

Spurdur um vónirnar at koma við á oyggjaleikaliðið í summar, svarar Heini, at hann sjálvsagt vónar tað, men ásannar, at tað verður torført.

? Eg skal venja saman landsliðsvenjararnum komandi vikuskiftið, og tá fái eg so eina betri hóming av, hvar eg standi, greiðir at enda Heini í Dali frá.