TBF gjørdi bart í yngstu deildunum

TBF gjørdist stóri vinnarin í yngru deildunumn, tá heiðursmerkini fyri borðtennisárið vórðu býtt um vikuskiftið

Borðtennis

Í Smápinkudeildini, Smápiltadeildini, Pinkudeildini og Smágentudeildini vórðu leikarar úr TBF vinnarar. Hetta má sigast at boða frá góðum í elsta borðtennisfelagi í landinum, sum júst um vikuskiftið ? sunnudagin 23. februar rundaði 55 ár. Miðvíst ungdómsarbeiði hevur verið gjørt tey seinnu árini í TBF fyri at vinna aftur á gamla slóð, har TBF var mest sum einaráðandi í føroysku borðtennisítróttini.
Og hvar er betri at byrja enn við miðvísum umgdómsarbeiði.
Streymur og TÓR býttu ávikavist eldru gentu- og dreingjadeildirnar ímillum sín.
Streymur hevur tradionelt havt sterkar gentuleikarar líka síðani, at Anna Petersen byrjaði at gera um seg fyst í áttatiárunum. Hon vann snøgt sagt allar kappingar, sum hon tók lut í. Anntóra Láadal, Rakul Magnussen, Mildrið Djurhuus og Maria Zachariassen royna eftir førimuni at bera arvin. Men Marin í Dali úr TBF gevur teimum harða kapping.
Dreingirnir í TÒR úr Tórshavn verða vandir av leikarum, sum byrjaðu í Fram. Leikarar sum Eyðun Luid og Peter Niclasen eru nú venjarar í TÓR, og væl tykist at ganga. Ongin tykist at standa dreingjunum úr TÓR kurl.
Og eisini teir fyrrverandi so sigursvandu Fram-leikararnir tykjast at halda kósina.
Peter Niclasen og Eyðun Luid vóru nr.1 og nr.2 í Gr. Prix-kappingunum í ár.
Kappingarárið í borðtennis hevur enn hesar kappingar at gera av.
Vikuskiftið 8-9 mars verða FM-kappingar fyri lið í ítróttarhøllini í Trongisvági, og seinni í mars verða FM-kappingarnar fyri einstaklingar í borðtennis avgreiddar.

Úrslitini

Eftir 4 Grand Prix kappingar í borðtennis eru samlaðu vinnararnir hesir.

Smápinkur
1Rakul Mikkjalsdóttir, TBF
2Rannvá Jacobsen, TBF

Smápiltar
1Jákup Thomassen, TBF
2Teitur Justinussen, TBF
3Jónhard Ferjá, TBF

Pinkur
1Susie Midjord, TBF
2Sheila Strøm, TBF
3Joan Thomassen, TBF

Piltar
1Reidar Luid, TÓR
2Fróði Jensen, TBF
3Bárður Láadal, Streymur

Smágentur
1Marin í Dali, TBF
2Anntóra Láadal, Streymur
3Mariann Mikkjalsdóttir, TBF

Smádreingir
1Sigurð Carlsson, TÓR
2Gunnar í Dali, TBF
3Sjúrður Ferjá, TBF

Gentur
1Rakul Magnussen, Streymur
2Mildrið Djurhuus, Streymur
2Rigmor Zachariassen, Streymur

Dreingir
1Ragnar Egilsson, TÓR
2Brian Hansen, Streymur
3Hanus Stórhamar, TBF

Kvinnuunglingar
1Maria Zachariassen, Streymur
2Elisa Abrahamsen, Streymur
3Birita Joensen, Streymur

Mansunglingar
1Sjúrður Thorsteinsson, TBF
2Allan Smedemark, TBF
3Rógvi Hansen, TÓR

Vaksin ? menn
1Peter Niclasen, TÓR
2Eyðun Luid, TÓR
3Fríði Jensen, TBF