Framvegis ongin loysn til eldrasambýlið

Eldrasambýlið undir Kráarbrekku stendur framvegis tómt. Og ongin leiðari er settur heldur. Tað nýggjasta er, at ongin leiðari skal setast

Klaksvík:
Stórur og snotuligur er bygningurin uttan. Og inni er avbera vakurt. Inni í køkinum stendur alt bestikkið innpakkað, tí ongin er at nýta tað. Allir teir nýggju møblarnir og alt inni í sambýlinum standa bara til prýðis, meðan myndugleikarnir royna at finna eina loysn.
Eldrasambýlið undir Kráarbrekku stóð liðugt áðrenn jól. Men kommunan fekk at vita frá táverandi Trivnaðarmálaráðnum og Heimarøktini, at sambýlið lat ikki upp, fyrr enn ein leiðari varð settur. Og tað vóru ikki pengar til tað í fjør, men skuldi tað verða gjørt sum skjótast í nýggja árinum. Men so gott sum allur januar mánaður fór, uttan at nakað hoyrdist aftur.
Tá Sosialurin setti sær fyri at kanna hetta málið, varð sagt úr Almannaráðnum, at málið hevði verið í Fíggjarmálaráðnum, tí at starvsflokkingin skuldi fáast upp á pláss. Tað var so komið upp á pláss henda dagin, og sagt var, at starvið fór at verða lýst leyst dagin eftir. Og so varð. Í Degi og Viku hetta kvøldið var innslag um eldrasambýlið, har tað í endanum varð sagt, at starvslýsingin kom at verða í bløðunum dagin eftir.
Men lýsingin slapp bert at standa einaferð, so tók landsstýrismaðurin í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu, hana aftur. Í Degi og Viku segði landsstýrismaðurin, at hann visti onki um, at nakar leiðari skuldi setast til eldrasambýlið, og tí tók hann hana aftur. Hann segði, at eldrasambýlið eigur at vera undir leiðsluni hjá økisrøktarfelagnum ? líka sum onnur eldrasambýli eru.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, visti ikki av nøkrum, tá starvslýsingin varð tikin aftur, og hann ringdi tískil beinanvegin til Páll á Reynatúgvu eftir Dag og Viku og bað um fund. Hann legði síni sjónarmið fram á fundinum, og landsstýrismaðurin segði tá, at hann skuldi finna eina loysn uppá málið sum skjótast.
Og tað heldur Steinbjørn Jacobsen er langt úti.
? Tað verður allatíðina roynt at leggja ábyrgdina yvir á okkum, men tað góðtaka vit ikki, tí vit fingu at vita, at onki kundi verða gjørt, fyrr enn leiðarin var settur. At tað nú letur til, at ongin leiðari skal setast er ikki okkara borð, sigur borgarstjórin, sum fílist harðliga á hetta málið. Men hann sigur tó samstundis, at landsstýrismaðurin hevur sagt, at málið verður loyst, og at eldrasambýlið kann lata upp fyrst í mars. Nærum tríggjar mánaðar eftir, at tað stóð liðugt.

Mín ábyrgd
Landsstýrismaðurin í Almannamálum, Páll á Reynatúgvu, tekur hetta málið á sín rygg.
Spurdur um, hvussu tað ber til, at hann ikki var kunnaður um nýggja starvið, sigur Páll á Reynatúgvu, at hann frá fyrstan tíð gjørdi greitt, at hann ikki fór at blanda seg í tey einstøku málsøkini. Hann fór heldur at arbeiða fyri at menna økið fíggjarliga og politiskt.
? Um ein fer niður í tey ymisku málsøkini, so er skjótt, at ein doyr í hesum starvinum. Tað inniber so eisini, at ein hevur álit á, at tey, sum arbeiða undir einum, duga at síggja mun á, nær eitt mál er politiskt ella ikki, sigur Páll á Reynatúgvu og leggur afturat, um tað hevði verið hann, sum var embætismaður í hesum førinum, so hevði hann so avgjørt hildið, at hetta var eitt mál, sum landsstýrismaðurin átti at tikið støðu til.
Men hann leggur so afturat, at úrslitið av hesi misskiljing, má verða, at tað framyvir verða greiðari linjur, um nær eitt mál eigur at verða viðgjørt politiskt og ikki.
Og hann sigur, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at fleiri sjálvstøðugir leiðarar verða settir. Landsstýrismaðurin metir ikki, at tað er fíggjarliga ábyrgdarfult og ei heldur, at tað er politiskur meirluti fyri tí.
Til hetta sigur borgarstjórin í Klaksvík, at tað er langt úti, at ongin leiðari verður settur, tí arbeiðsbyrðan hjá verandi økisleiðara er alt ov stór sum er.
So tað letur til, at tað standa tveir ósamdir partar í hesum málinum. Klaksvíkar kommuna, sum ikki vil góðtaka, at ongin leiðari verður settur, og so landsstýrismaðurin, sum sigur, at ein leiðari ikki verður settur.
Men sum sagt, so verður arbeitt við at finna eina loysn, hvør hon verður, tað er ikki endaliga greitt enn.