Klaksvík:
Tað bleiv nærum einmælt samtykt á býráðsfundinum, at Tryggingarfelagið kann yvirtaka og byggja norðaru lonina av komandi heilsumiðstøðini, sum væntandi verður liðug um ársskiftið 2004/05. Jógvan við Keldu, býráðslimur tók ikki undir við uppskotinum. Hann skeyt í staðin upp at bíða við hesi ætlan og heldur koyra hana út á Gerðabø, sum í sínari tíð varð avlagdur til skrivstovubygningar sambært býarætlanini, sum ikki hevur verið endurskoðað seinastu 25 árini.
Og tað var ein sera fegin og vælnøgdur stjóri á Tryggingarfelagnum, Gunnar í Liða, sum Sosialurin hitti á skrivstovuni hjá borgarstjóranum, Steinbjørn Jacobsen. Økisdeildarleiðarin, Kaj Dam, var eisini tilstaðar hendan morgunin, og saman fegnaðust allir tríggir um, at tað skjótt verður ein nýggj deild at síggja í býnum.
- Vit eru sera fegin um, at hetta kundi lata seg gera, tí verandi umstøður hjá okkara deild er ikki longur nøktandi, sigur Gunnar í Liða. Hann greiðir frá, at tað er plásstrot í verandi hølum, og tí kann ikki ganga ov long tíð, áðrenn eini nýggj høli eru til taks at flyta í. Og hann leggur afturat, at hetta ger tað møguligt hjá Tryggingarfelagnum at hækka tænastuna til borgarar í Norðoyggjum. Tryggingarfelagið hevur fyrr verið í samband við Klaksvíkar Býráð um hetta málið, men tá kom onki burturúr.
Í desembur í fjør var leiðaraskifti á økisdeildini í Klaksvík, har Katrin Sólstein fór frá vegna aldur, og Kaj Dam tók við. Tá greiddi Kaj Dam millum annað frá, at ymiskar ætlanir lógu á borðinum um, hvussu økisdeildirnar kunnu gerast meiri sjónligar, og at ætlanir eru um at flyta fleiri av tænastunum út á økisdeildirnar.
- Vit eru farin undir eina miðvísa útbúgving av starvsfólkunum hjá okkum, tí tað er ikki bara sum at siga tað at kunna veita so nógvar tænastur á einum stað, sigur Gunnar í Liða og vísir á, at fyri fýra árum síðani var Tryggingarfelagið, sum í dag er ein stovnur, samansettur av fýra ymiskum stovnum: Sjóvartryggingin, Brunatryggingin, Vanlukkutryggingin og Tryggingarsambandinum.
Allir tríggir menninir á skrivstovuni hjá borgarstjóranum henda morgunin eru á einum máli um, at henda loysnin verður til fyrimunar hjá øllum pørtum.
? Tað er ongin ivi um, at hetta verður meira spennandi fyri starvsfólkini, nú økisdeildirnar fara at virka sum so nógv meira enn bara ein postskrivstova, har meginparturin av málunum verða send til Havnar at verða avgreidd, sigur Gunnar í Liða, og leggur afturat, at endamálið sjálvandi er, at óansæð hvar skaðin hendir, so skal viðskiftafólkið verða vís í, at viðgerðin er tann sama.
? Um skaðin hendir í Klaksvík, Runavík ella í Havn, so fær viðskiftafólkið somu tænastu, staðfestir stjórin í Tryggingarfelagnum.
? Tað er ongin orsøk at mál, sum kunnu verða avgreidd í Klaksvík verða avgreidd í Havn, skoytir Kaj Dam uppí.
Enn eru allar samráðingarnar ikki endaliga avgreiddar, men Steinbjørn Jacobsen sigur, at tað eru bert smávegis viðurskiftir eftir at fáa upp á pláss.
? Vit eru sinnað at fara í gongd sum skjótast, sigur ein fegin Gunnar í Liða at enda.