Tað verður oftani sagt um persónar ella lið í ítróttarkappingum, at man hevur bæði góðar og minni góðar dagar. Hetta passar bara ikki fyri ávísar klaksvíkingar, nevniliga fyri 1. deildarliðið í billard hjá Klaksvíkar Klubba og fyri oddaspælaran har, Kristian Suna Høgnesen. Tað hava hesi bæði seinastu kappingarvikuskiftini so dyggiliga prógvað.
Klaksvíkar Klubbi, sum hevur ligið á odda í billardkappingini frá byrjan, fer eftir øllum at døma eisini at liggja á odda, tá kappingin endar um ikki so langa tíð. Teir tríggir billardsnillingarnir, Kristian Sune Høgnesen, Sonhard Johannesen og tann ungi og lovandi spælarin Ólavur Kjølbro hava gjørt tað aftur. Næstseinasta vikuskiftið tóku teir ímóti einum vælmannaðum Kaggaliði, sum mátti fara so nakkalangt aftur um Lorvíksfjørð við bert fimm stigum. Hini 13 stigini lógu eftir í Klaksvík. Og seinasta vikuskiftið endurtók søgan seg. Vágbingar , sum annars hava ligið sera væl fyri í kappingini, fingu uppaftur størri buksuvatn enn Kaggin. Teir fingu bara 2 stig við sær suður. Klaksvíkar Klubbi hevur 59 stig fyri fýra dystir. Síðani koma Vágbingar við 34 stigum fyri 3 dystir, Kaggin hevur 29 stig fyri 3 dystir, Havnar Klubbi hevur 18 stig fyri 4 dystir, Tvøroyrar Klubbi hevur 14 stig fyri 3 dystir og Fuglafjarðar Billardfelag hevur 12 stig fyri 2 dystir.
Hann kom, hann sá og hann sigraði. Næstan ongantíð áður í billardkapping her heima hevur ein billardspælari livap so væl upp til tey orðini sum Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba. Hesar seinastu dystirnar móti Kagga og Vágs Billardfelag hevur hann verið ein brandur, unikur og ein uppliving fyri allar áskoðarar men ein peli í eyganum á sínum mótspælarum. Og tað eru sjálvandi úrslitini, sum tala. Í kappingini móti Kagganum hevði Kristian Sune 31,73 eygu í meðal ella meira enn 600 eygu fyri dystin. Besti dystur hansara var uppá 852 og besta umfarið uppá 222.
Var hvøkkurin stórur fyri Jan, Bjarna og Steinbjørn, so skuldi hann gerast enn størri móti Birgir, Gullok og Tórða vikuna eftir. Tá brillieraði Kristian Sune við at spæla við 37,17 eygum í meðal ella góð 700 eygu fyri dystin og 224 eygu fyri besta einstaka umfarið. Hetta er eitt av teimum bestu úrslitunum, sum hava verið í billardkapping hesi seinastu 25 árini kappast hevur verið á skipaðan hátt. Við hesum úrslitinum nýtist hann ikki at smæðast burtur úr millum teir heilt stóru spælararnar, sum hav a verið við í kapping, nevniliga René Sørensen og Henrik Petersen.
Kristian Sune hevur spælt billard síðani 1989. Hann skuldi stríðast í nógv ár, áðrenn tað av álvara fór at geva úrslit. Hann var við á liðnum hjá Klaksvíkar Klubba, tá teir vunnu sítt fyrsta føroyameistaraheiti fyri lið í 1997 og síðani hevur tað bara rullað víðari. Klubbin varð eisini FM-meistari í fjør, og sjálvur fór Kristian Sune eisini við gullinum fyri einstaklingar í fjør. Tað var hansara fyrsta og neyvan tað seinasta, heldur henda sigursferðin fram. Árið fyri hevði hann vunnið Haldor Holm kappingina, sum er dreymurin hjá øllum billardspælarum at vinna og ikki minst hjá einum klaksvíkingi. So nú hevur hann verið við til at vinna allar tær stóru kappingarnar - hesin stillføri og avbalanseraði spælarin, sum fær billard at síggja so lætt so lætt út. Hann hevur eitt tempo sum fáur og eina slíka ró yvir køføring og spæl, at tað er eitt fragd fyri áskoðaran, hvørja ferð hann fer aftur til borðið.
Eisini Sonhard og Ólavur hava staðið seg væl í kappingunum. Ólavur hevur eitt meðal uppá meira enn 23 eygu og Sonhard liggur omanfyri 20. Ólavur Kjøbro er ein av komandi stjørnunum í føroyskum billardspæli og hevur ment seg ómetaliga nógv eftir bert stuttari tíð. Hann verður so ein av avbjóðarunum, tá Kristian Sune, liðfelagi hansara skal verja FM-heitið fyri einstaklingar í næsta mánað.