Ein avbjóðing fyri allan býin

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, hevur sett ein stýrisbólk, sum skal fyrireika Klaksvík til undirsjóvartunnilin. Bólkurin, sum longu eru farin til verka, skal viðgera fyrimunir og vansar við tunlinum

Klaksvík: Fyrireikingarnar til Norðoyatunnilin eru so smátt farnar í gongd, og fyrsta stigið á leiðini eru longu tikið.
Borgarstjórin í Føroya næststørsta býi, Steinbjørn Jacobsen, hevur sett ein stýrisbólk ella sum hann sjálvur eisini kallar tað, ein fyrireikingarbólk, sum skal fyrireika Klaksvík uppá at taka ímóti einum undirsjóvartunli.
? Eg havi valt eitt umboð fyri hvørja grein av málum her í býnum. Tað verið seg mentan, skúli, vinna, handil, ítrótt og so framvegis, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum sjálvur er formaður í stýrisbólkinum.

Neyðugt

Stýrisbólkurin setir síðani nakrar undirbólkar, sum síðani skulu geva stýrisbólkinum upplýsingar, sum at enda ger eitt álit, sum kemur at viðgera fyrimunir og vansar við undirsjóvartunlinum. ? Eg meti, at tað vera neyðugt, at fyrireikingarnar byrja longu. Eg skal ikki siga, at klaksvíkingar ikki eru til reiðar at taka ímóti einum tunli, men vit kunnu væl verða betri fyrireikað, heldur borgarstjórin.
Fyrsti undirbólkurin, sum er stovnaður, er tann, sum eitur mentan og frítíð. Tey fara nú fyrsta dagin til verka, og helst verður byrjað við einum stórfundi. Stýrisbólkurin hevur sett ein samskipara av hesum økinum.
? Mentan og frítíð skal fyrst upp at koyra. Eg meti ikki, at vit hava nóg nógv tilboð til at halda uppá ungdómin her norðuri, og tí er hetta fyrsti bólkurin, sum fer í gongd. Ætlanin er so leypandi at seta fleiri bólkar í gongd við einum millumbili av umleið einum mánaði, soleiðis, at alt ikki kemur upp at kóka í senn, greiðir Steinbjørn Jacobsen frá.
Tá bólkurin, sum umboðar mentan og frítíð er komin upp at koyra, so fer ein annar bólkur í gongd. Tað kundi til dømis verið tann, sum umboðar handilslívið ella møguliga skúlaøkið.

Avbjóðing

Steinbjørn Jacobsen ásannar, at ein undirsjóvartunnil er ein stór avbjóðing fyri Klaksvík.
? Vit eiga at fyrireika fólk uppá at koma til Klaksvíkar. Eg eri ikki bangin fyri, at fólk fara at rýma úr býnum. Býurin fer helst at vaksa og fólk fara at hava tað betri her. Tí er tað neyðugt at verða væl fyrireikað, sigur borgarstjórin, sum leggur afturat, at hetta er ein stór avbjóðing fyri handilslívið her norðuri og ikki minst ein stór avbjóðing fyri allan býin sum heild.
Nógv hevur eisini verið samanlíknað við Ísland.
? Vit hava samanlíknað okkum við Akranes á Íslandi tá tey fingu ein tunnil við Reykjavík. Akranes líkist rættiliga nógv Klaksvík, kanska bara tað, at tey hugsaðu mest um vinnuna.
Í stýrisbólkinum, sum fyrireikar Klaksvík til undirsjóvartunnilin sita: Steinbjørn Jacobsen, formaður, John Færø, skrivari, Rúni Heinesen, stjóri á Tekniska skúla, Eyðfinn Reyðberg, stjóri á Norðoya Sparikassa, Heri Ellingsgaard, umboðandi sjúkrahúsverkið, Eyðbjørn Poulsen, umboðandi vinnulívið og Heri Hammer, býarverkfrøðingur.